Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Smúkkur seta ljós á bróstkrabba

Kring allan heim verður í oktobur mánað varpað ljós á bróstkrabba. Bót til Bata fer saman við Krabbameinsfelagnum at gera átøk, sum minnir okkum øll á, hvussu umráðandi tað er, at fyribyrgja bróstkrabba. Tess fyrr krabbamein í bróstinum verður uppdagað, tess fleiri lív verða bjargað.

Serstakar smúkkur

Í ár fer Bót til Bata at selja armbond og hálsbond, sum Mikkalina Glas hevur sniðgivið. Smúkkurnar eru hondgjørdar, so eingin er heilt eins. Á henda hátt ímynda smúkkurnar hetta, at hvør kvinna, ið fær staðfest krabbamein, er egin, og hevur sína egnu søgu.

Háls- og armbondini kosta 100 krónur fyri hvørja, og inntøkan frá søluni fer til gransking í bróstkrabba. Hetta er tað slagið av krabba, sum rakar flestar kvinnur í Føroyum. Ein av hvørjum 10 kvinnum, og ein av hvørjum 100 monnum, kunnu rokna við einaferð í lívinum at fáa bróstkrabba.

Talið er tvífaldað seinastu tjúgu árini, og veksur framvegis. Vit vita, at hormonávirkan, lívsstílur, dálking og arvur kunnu ávirka vandan fyri at fáa bróstkrabba, men enn er langt á mál at loysa gátuna. Tí vil Krabbameinsfelagið og Bót til Bata stuðla undir gransking av bróstkrabba.

Frá 3. - 8. oktobur verða vælverudagar á torginum í SMS. Bót til Bata fer at vera við 5.okbtober, tá tað verður bindiklubbakvøld, og upplýsa um bróstkrabba, umframt at selja smúkkurnar. Eisini verða tær á Torginum fríggjadagin 7. oktober.

Krabbameinsfelagið