Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Snipp, snapp, snúti, nú er Fountain House úti

Um tey sálarsjúku skulu hava fleiri pengar, so verður minni til mín sjálvs! Minni til mín sjálvs = HELL NO, at eg fari at atkvøða fyri einum Fountain House!

Janus: “ Hey fitti William, hvat sigur tú til, at vit fara at finna upp á onkrar grundgevingar í móti teimum sálarsjúku?”

William: “ Á gud, tað er gott, at tú nevnir tað! Eg huxaði akkurát tað sama. Hvørji argument hevur tú huxað tær at finna uppá?”

Janus: “ Tú Billy boy, eg huxaði um at fella uppskotið um at flyta pengar frá Skálafjarðatunnilinum til Fountain House, tí at talan er um eina íløgu... og ikki um rakstur tihihi.

Fari bara at hefta meg í tvey orð, og so býta tey um. Tað er totalt Swangah Dangah respektera-mítt-orðaspæl-style tihihi"

Hanus Samró fellir uppskotið tí at...

Tragikomiskt sum tað ljóðar, so var hatta støðið á kjakinum í tinginum. Hanus Samró atkvøddi í móti einum uppskoti, um at taka pengar av játtanini til Skálafjarðatunnilinum, so mann kundi byrja upp á eitt Fountain House alt fyri eitt.

Hvat var argumentið? Jú, at talan var um eina íløgu. Skálafjarðatunnilin var ein íløga, meðan talan var um rakstur, tá mann tosaði um eitt Fountain House, tí feldi Hanus uppskotið.

Javel, lat okkum hyggja at, hvat ein íløga er: Ein lutur ella eitt aktiv, sum skal geva eina virðisøking í framtíðini. Ein íløga er sostatt ein vøra við framtíðar vinningi fyri eygað.

Jamen, so er eitt Fountain House absolutt ein íløga!

1) Har eru menniskjalig virðir. Tað er prógvað ferð eftir ferð, at eitt Fountain House er eitt kærkomið millumlið hjá sálarsjúkum, sum hjálpir sjúklingum út aftur í samfelagið.

2) Eitt Fountain House fer at lækka um rakstrarkostnaðin á psykiatriska depilinum, tí færri fólk verða innløgd eftir, at tey eru útskrivaði.

3) Vit fáa fólk útaftur á arbeiðsmarknaðin og harvið fleiri skattakrónur.

Hóast íløgu/rakstrar "argumentið" var elendigt frá byrjan, so bleiv tað enn verri. Tað vísti seg seinni, at Hanus faktiskt ikki visti av - hóast sítt íløga/rakstur orðaspæl - at talan allatíð hevði verið um rakstur av Skálafjarðatunnilinum... og tískil ikki nakra íløgu.

Úrslitið er sostatt: Tvey sjálvmál og onki Fountain House.

Vh

Hergeir Staksberg