Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So brennir aftur á Hjalla

Brennistøðin á Hjalla byrjaði aftur at brenna gjáramorgunin. Skaðin á krananum er fyribils umvældur, soleiðis at hann kann koyra, men einans manuelt, t.v.s. at allur automatikkur, sum kranin annars hevði til tess at lætta um hjá operatørinum, er frákoblaður.

Nýggjur krani er bílagdur og verður væntandi uppsettur í august.

Eftir ætlan letur Endurnýtslan uppaftur mánadagin 27.mars. Men komandi tíðin verður ein stór avbjóðing fyri ruskmóttøkuna. Orsøkin er, at hesa tíðina, sum brennistøðin ikki hevur brent, hevur ruskið hópað seg upp hjá borgarum og virkjum.

Hevði brennistøðin havt brent sum vanligt, hevði hon kunnað brent eini 1000 tons hesa tíðina, men av hesum eru eini 3-400 tons eru brend hjá IRF. Sostatt eru umleið 6-700 tons eyka av burturkasti at brenna nú, umframt at ruskgoymslurnar vóru á tremur áðrenn eldsbrunan.

Hesa nøgd klárar Endurnýtslan ikki at taka ímóti uppá so stutta tíð, tí bingjurnar á Endurnýtsluni á Hjalla rúma í alt einans 25 tonsum. Nakað av turrum byggitilfari, so sum timbur, kann goymast uttandura á plássinum og tað hjálpir nakað.

Nú í vár og summar er yvirskotskapasiteturin í brenningini umleið 20-50 tons/viku, t.v.s. at brennistøðin vanliga megnar at brenna tað, sum kemur inn um vikuna, umframt eini 20-50 tons.

Sostatt kann rúgvan á 7-800 tons bert minkast við 20-50 tonsum um vikuna, og fer sostatt at taka umleið 4-8 mánaðar at brenna hesa rúgvu, sum nú hevur hópað seg upp.

Fyri at fáa brent sum mest sum skjótast, verður neyðugt at stýra rusknøgdini í silo’ini soleiðis, at hon er optimal fyri brenningina, og harvið verður eisini neyðugt at stýra móttøkuni av ruski.

Hetta merkir, at tað verður neyðugt at avmarka móttøkuna av ruski, og einasti háttur at gera hetta, er at stongja Endurnýtsluna, tá ið ov nógv rusk er. Hetta kann gerast neyðugt frá degi til dags.

Fyri at hjálpa uppá støðuna verður heitt á allar borgarar um at avmarka rusknøgdirnar og útseta sum longst við at koma við ruski til Endurnýtsluna. Eisini er umráðandi at skilja so nógv av pappi frá øðrum ruski at brenna sum gjørligt, hetta hjálpir væl uppá støðuna.