Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So er aftur tíð at fara á morsniglaveiðu!

5. juni 2013 Nú tað er endaliga farið at vára, eru teir fyrstu morsniglarnir byrjaðir at gera um seg. Turrafrostið hevur seinkað morsniglunum í ár. Náttúrugripasavnið mælir fólki til at fara í hernað móti hesum óbodna gesti. Morsnigilin nørist sera skjótt, og tí er neyðugt at byrja beinanvegin, um tað skal bera til at halda honum niðri. Snigilin ger stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt, sum fyri er.

Hann er lættur at kenna, tí hann er skínandi og javnt morreyður. Tó kann hann vera ymiskur á liti frá morreyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir. Snigilin kann gerast upp í 15 cm langur.

Umráðandi er at seta fellur upp ella gera onnur tiltøk, so skjótt teir fyrstu smáu ókynsbúnu sniglarnir koma fram. Verða sniglarnir fyrst kynsbúnir, kunnu teir gerast fleiri túsund í tali, sum summarið líður.

Alt grannalagið má ganga saman um at týna morsnigilin, um tað skal muna.

Til ber t.d. at:

Nýta sniglafellu og egna við keks, øli ella súreplaflusi

Nýta sniglaeitur, ið er jarnsulfat [Fe2(SO4)3]. Tað er ikki eitrandi fyri fugl og hópast ikki upp í náttúruni

Heinta sniglarnir og leggja teir í kókandi vatn ella stoyta kókandi vatn oman yvir teir

Lesið meira um morsnigilin í Frøði 1/2003, bls. 16-18. Fæst sum pdf her: http://www.ngs.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fngs%2fsoevn%2fskadadjor%2fMorsnigilin.pdf