Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilnevnd innan tað privata: Árni Jakobsen, SMJ | Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar Sleipistøð | Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir, Guðrun & Guðrun
Tilnevnd innan tað almenna: Hedvig Johansdóttir, Dugni | Páll Isholm, Miðnám á Kambsdali | Poul Jákup Thomsen, Føroya Symfoniorkestur

So hevur dómsnevndin útnevnt 6 sterkar kandidatar, ið kunnu gerast Ársins leiðarar 2018

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2018

Tíðindaskriv frá Synergi

Ársins Leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa
Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2018, verður avdúkað kl. 15.45 á Leiðaradegnum, sum verður uppi á Hotel Føroyum fríggjadagin 26. januar 2018.

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2018
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørjir Ársins leiðarar 2018 verða, hevur nú funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2018 sita Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.

3 innan tað privata og 3 innan tað almenna – kandidatarnir eru hesir - í bókstavarað:

• Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Hedvig Johansdóttir, Dugni
Páll Isholm, Miðnám á Kambsdali
Poul Jákup Thomsen, Føroya Symfoniorkestur

• Topp 3 kandidatar innan tað privata
Árni Jakobsen, SMJ
Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar Sleipistøð
Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir, Guðrun & Guðrun

Leiðaradagurin er altíð síðsta fríggjadag í januar! Tað er dagurin, har vit zooma inn á góða leiðslu! 

Leiðaradagurin er sostatt dagurin í árinum, har leiðarar í øllum Føroyum fáa høvi at koma saman, at hoyra um og fáa góðan íblástur til sítt leiðarastarv og sparra við aðrar leiðarar. 
Á Leiðaradegnum í ár, verður fokus sett á, hvussu tú sum leiðari skalt pleyga títt egna umdømi og umdømi hjá tínum arbeiðsplássi. 

Harafturat fara vit at viðgera, hvussu tú kanst bjarga tínum umdømi, um tú ert/hevur verið rakt/ur av einum shitstormi. Føroyingar duga eisini væl at senda shitstormar. Eitt nú á Facebook hava vit í seinastuni sæð eina røð av teimum. Men hvat er ein shitstormur, hvussu uppstendur hann, hvat hevur hann at siga fyri botnlinjuna og effektivitetin á arbeiðsplássinum? Og hvussu kanst tú bjarga tí, ið bjargast kann, um tú ert ein av teimum, ið stormurin hevur rakt? 

Áhugin fyri degnum er sera stórur, tó eru nøkur pláss eftir. 

Les alt um Leiðaradagin 2018 her: http://www.leidaradagurin.com
  
Tilmeldingarfreistin til Leiðaradagin er í mikudagin 24. januar 2018.