Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So kom íslendski forsetin á vitjan í Tinganesi

Íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson var í morgun á vitjan í Tinganesi, har hann heilsaði upp á Bárð á Steig Nielsen løgmann.

Løgmaður vísti á sterku vinarbondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin segði seg vera sera fegnan um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroyar. Hetta var prógv um sterka sambandið millum Føroyar og Íslandi.

Íslendski forsetin var í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann m.a. helt almennan fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Nationalism in Turbulent Times.

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í Íslandi síðani 2016.