Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So seta vit skjøtul á bíligu íbúðirnar

- Við lutaíbúðalógini er nú møguligt at gera lutaíbúðafeløg, sum kunnu byggja, eiga og reka heilar býlingar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í sambandi við, at 20 íbúðir nú verða bygdar Eystan Heyg á Óðinshædd.

- 20 eldraíbúðir verða nú bygdar á Óðinshædd við Boðaneshamaran á eitt øki Eystan Heyg, sum kommunan eigur. Hetta er nærhendis teimum trimum stóru røktarheimunum Lágargarði, Tjarnargarði og nýggjaBoðanesheiminum.

- Samskifti hevur verið viðHúsalánsgrunnin um møguleikarnar fyri samstarvi um fígging og bygging av lutaíbúðum og leiguíbúðum. Húsalánsgrunnurin hevur gjørt uppskot um at skipa hetta sum lutaíbúðir í samstarvi við kommununa.

- Ætlanin hjá Húsalánsgruninum er at fáa bygt fleiri lutaíbúðareindir í Havn. Í fyriliggjandi projekti á Óðinshædd er ætlan um 20 eldraíbúðir. Saman við øðrum lutaíbúðaætlanum í Havn kann kommunan á henda hátt røkka tørvinum á bíligum íbúðum hjá fleiri málbólkum í senn, eitt nú støkum, støkum uppihaldarum, yngri familjum, ið seta búgv fyri fyrstu ferð, lesandi, eldri, fólki við serligum tørvi o.ø.

- Mælt varð til, at byggiætlanin á Óðinshædd verður skipað saman við Húsalánsgrunninum sum lutaíbúðir til allar málbólkar. Tikið varð undir við, at byggiætlanin á Óðinshædd skal endurspegla fólkasamansetingina í samfelagnum sum heild. Uppleggið er, at Húsalánsgrunnurin yvirtekur alla byggiætlanina, herundir allan byggikostnaðin. Býráðið hevur tí samtykt at selja Húsalánsgrunninum matriklarnar, treytað av at ítøkilig bygging verður framd innan tvey ár.

- Lutaíbúðalógin er vorðin veruleiki. Haraftrat hevur Húsalánsgrunnurin fingið loyvi til at fíggja slíka bygging. Tørvurin á teim vardu eldraíbúðunum er ikki minkaður í tíðini, sum farin er.

- Hetta eru 10 ”sethús”, við tveimum íbúðum í hvørjum sethúsi. Íalt 20 íbúðir. Sethúsini eru skipað soleiðis, at hvør íbúðareindin hevur góðar møguleikar til gott úti tilhald og útsýnið yvir Nólsoyarfjørð.

 - Gott samband er frá øllum íbúðum til felagshúsið og teir aktivitetir, sum hoyra til har. Íbúðirnar hava tvær støddir. Ein størri uppá 75m², við plássi fyri einum pari, og ein minni til einlig uppá 60m².

- Í felagshúsinum eru høli til heimasjúkrarøktina og húsavørð. Bygningarnir verða hitaðir við felags hitamiðstøð. Eisini er hugsanin at hava felags urtagarðsrøkt og reingerð. Íbúðir sum hesar eru helst eisini besta boðið uppá uppá ein eldrabústað. Tí hetta er ein íbúð, sum eisini vit sjálvi høvdu havt hug at búgva í. Hetta er eitt gott alternativ til annars alt ov stór og viðlíkahaldstung sethús.

- Við lutaíbúðalógini er nú møguligt at gera eitt lutaíbúðafelag, sum kann eiga og reka býlingin, umframt at lata hann byggja. Við Húsalánsgrunninum er møguleiki fyri at fáa fíggjað við lagaligum lánstreytum. So her verður veruliga settur skjøtul á at útvega bíligari íbúðir í býnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Kelda: www.torshavn.fo