Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So varð morgunsendingin hjá KvF álopin av mammusyndrominum

Har ljóðaði, at Heðin hevði ikki fyri neyðini, at vera harmur, illur ella nakað, sum líktist, tí tað, sum nú var hent atkvøðuslúkinum, var ikki annarleiðis enn tað, hann sjálvur gjørdi fyri 12 (tólv) árum síðani.

Dan Klein, greinar spentu politisku støðuna

Lagt út á netið fyrstu ferð: 10.11.2016 - 08:51

Tólv ár kann vera lang tíð hjá summum, sum tá vóru blæubørn, men tað hjálpir altíð at kanna viðurskiftini, áðrenn tvætl verður slongt úr munninum.

Tað, sum hendi fyri tólv árum síðani var ikki nakað, sum líktist støðuni í gjár. Hetta var orsøkin til, at Heðin Mortensen varð tveittur úr Sambandsflokkinum.

Orsøkin var, at Beate og Høgni úr Sambandsflokkinum, vildu bæði hava Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum til borgarstjóra. Heðin Mortensen, sum til hesa løtuna, bara var brúktur sum atkvøðuneyt hjá Sambandinum, hevði fingið sín lívs kjans, og hann tók av.

Tilboðið til hann var, at sambandsflokkurin kundi fáa borgarstjóran, og Tjóðveldi peikaði á Heðin, men hetta fekk ilt í "mammu", og Høgna. Tey klagaðu til Kaj Leo, sum tveitti Heðin út.
Men tá bleiv Heðin Mortensen, borgarstjóri, og tað hevur hann verið síðani, til "kongamorið" í gjár, framt av politisku svørtu einkjuni úr Fólkaflokkinum.

Aftaná at Beate og Høgni høvdu roynt at forða sínum egna flokki at fáa borgmeistaran, fingu tey dómin frá veljarunum. Hvørgin hevur síðani verið í politikki, og tað hjálpir teimum ikki heldur at royna at koma framat aftur.

Tey verða hvørjeferð vrakaði av sínum egnu veljarum.

Tað manglaði at verða sagt í morgunsendingini í KvF, sum hevði fingið "mammusyndromið" skeivt í hálsin.

Go´morin øksaskaft.