Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Socialdemokratiski manipulatorurin hjá FøroyaTele

Tórbjørn Jacobsen:

Í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi var aðalfundur hildin miðskeiðis í seinastu viku. Felagið sendi fjølmiðlunum eitt tíðindaskriv, har greitt var frá hvussu leikur fór, tá formaður, nevnd og flokstingslimir vóru valdir. Harumframt dittaði felagið sær at greiða almenninginum frá, út frá tí sera lívliga og gevandi orðaskiftinum, sum tók seg upp eftir formliga fundin, at tað ynskir at nógv meiri ferð verður sett á frælsisstríð føroyinga.

Viðvíkjandi hinum í almenna rúminum nakað umrødda blokkpolitikkinum í seinastuni, har menn hava roynt at køkja Tjóðveldisflokkin upp í ein treytaleysan parlamentariskan blokk saman við Javnaðarflokkinum, var ongin ivi á fundinum um, at hesum áttu vit at halda okkum frá, serstakliga eftir at Javnaðarflokkurin undir verandi leiðslu er vorðin sambandskari enn Sambandsflokkurin. Eftir at hesin sami flokkur á Danatingi, við sjefideologinum SS sum politiskum spjótsoddi, nú eisini er farin í eina rættiliga herferð fyri at innlima Føroyar í ES-samveldið sum danskan landslut, sum danskt heimastýri, hava fyritreytirnar undir einum blokkpolitikki fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin, væl at merkja, um Javnaðarflokkurin ikki tekur betri partar fyri seg.

Gloymast má ikki, at Tjóðveldisflokkurin er stovnaður fyri at vinna føroyingum fult politiskt frælsi – hansara fremsta politiska endamál er at fremja føroyska nationalstatin, og hendan meginstevnan verður ikki broytt, líkamikið hvussu sambandsku socialdemokratisku tvíburðarnir Eirikur Lindenskov og Skjúrður Skaale annars leika í á fjølmiðlapallinum.

Allir fjølmiðlarnir hava tikið fráboðanina frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag upp, soleiðis sum felagið hevði orðað hana. Portalurin hjá FøroyaTele kortini undantikin. Eirikur Lindenskov hevur sama kvøldið – sunnukvøldið – ripað tíðindaskrivið niður í socialdemokratisku manipulatiónsmaskinuna á Portalinum hjá FøroyaTele, og úrslitið er hesin setningurin: “Tjóðveldi fer ikki í blokk við Javnaðarflokkinum. Tað var niðurstøðan á aðalfundi hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum heldur vil seta ferð á frælsisstríðið og skipa ein føroyskan nationalstat - sum helst merkir, at flokkurin skal samstarva við Fólkaflokkinum.”

Fólkaflokkurin er ikki nevndur við einum einasta orði í tíðindaskrivinum, kortini velur Eirikur at snúgva hendan setningin inn í skrivið frá okkum, sum innleiðing til tað sum er okkara støða í júst hesum málinum. Er muran nóg ring og óreinheitin hareftir, tá ber so nógv til, og hálvir vindar trívast væl í Føroyum. Tað skuldi eisini vísa seg í hesum førinum. Nýslokti sjefideologurin SS, sum nú hevur yvirtikið Javnaðarflokkin, eftir at hava frekventerað flestu aðrar flokkar í landinum, leggur nú alt fleiri træðrir út fyri at møða sín egna formann. Ongin ivi er um, at hesin – SS -uppfann konseptið við at ein løgtingsmaður ikki kann vera fólkatingsmaður, at hann knæsetti prinsippið um treytaleysa frávalið av Fólkaflokkinum í framtíðini, og táið hann nú vegna Javnaðarflokkin leggur fram ætlanina og gamla kongstankan um at lima danska heimastýrið Føroyar inn í ES-samveldið, tá er hetta ein hamskiftur flokkur í mun til tann Javnaðarflokkin, vit hava kent og ofta samstarva við.

Á Vágaportalinum í dag byrjar Sjúrður Skaale eina grein við hesum orðum: “Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í farnu viku. Í tíðindaskrivi frá fundinum - har formaðurin tók lut - verður boðað frá, at sleppur Tjóðveldi framat valdinum eftir næsta val, skal tað helst vera saman við Fólkaflokkinum.” Sjúrður Skaale fylgir somikið væl við orðaskiftinum í almenna rúminum, at hann veit, at henda byrjanarorðing í greinini er ein kolasvørt lygn, og bara ein uppafturtøka av lygnini hjá politiska tvíburðinum Eiriki Lindenskov á Portalinum hjá FøroyaTele sunnukvøldið. Hetta er manipulatión av fyrstu skuffu, serliga táið Fólkaflokkurin ikki varð nevndur við einum einasta orði í tíðindaskrivinum, sum felagið eg eri formaður fyri sendi út eftir umrødda fund. Ófatiligt er tað, at almenna partafelagið FøroyaTele áhaldandi kann standa modell til hesa tilvitaðu socialdemokratisku manipulatiónina, sum nú fer fram á Portali teirra.

Lat meg enn einaferð sláa fast, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur í tíðindaskrivi heitt á egnan flokk um at seta ferð á frælsisstríðið, og lagt honum eina við ikki at køkja seg í nakran blokk frammanundan einum vali. Ein samgonguloysn er ein spurningur um, hvussu mikið tú fært við í samgonguskjalið úr egnum tæri, og hvørja ávirkan tú roknar við at fáa á rikna politikkin í valskeiðnum, sum liggur fyri framman. At gera treytaleys til- og frával frammanundan eini samráðing um stjórnarvald er reinur politiskur gallskapur, hesum er Javnaðarflokkurin kortini ikki samdur við okkum í, og tað er ikki okkara politiski trupulleiki, tað áttu socialdemokratisku tvíburðarnir SS og EL at vitað.

Tey, sum ynskja at lesa tíðindaskrivið soleiðis sum tað varð skrivað, kunnu fara inn á heimasíðuna

www.tjodveldi.fo