Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søgubrot við útgangsstøði í ættini seinastu uml. 150 árini. Hvussu vóru lívskorini hjá okkara kæru, og hvussu eru tey broytt til okkara tíð?

Virðismikil minnir.

Fleiri ferðir hevur tað streifað meg, at mong munnu goyma virðismikil minnir um lív og levnað tey síðstu eitthundrað árini, minnir sum foreldur og abbar og ommur hava greitt frá um teirra barna, ungdóms, vaksnamanna- og ellisár. M.a um hvussu dagligdagurin var, og um hvussu sorgarleikir kundu kollvelta tilveru teirra eftir lítlari løtu. Vit eiga – í søguligum høpi - óivað nakrar gullklumpar enn, sum kunnu ríka okkara tilvitan um okkum sjálv sum fólk. Vónandi verða klumparnir grivnir fram úr gloymskunnar havi, áðrenn teir søkka og verða verðandi har- kanska for ever. Tað hevði verið stórt spell, um hesin parturin av okkara søgu aldrin sá dagsins ljós, tí vit ikki kendu okkara vitjunartíð.

Latið ei søguna doyggja.

Kanska eigur onkur viðkomandi stovnur at skipað fyri eini kapping, um at skriva søgurnar og útgivið tær sum søguligt-/og samfelagsligt materiali í skúlunum, men eisini til vanligan lesna at stytta sær stundir við og til at skaffa sær vitan um fólksins søgu síðstu eitthundrað árini. Vit mugu gera okkum klárt, at uttan søguliga vitan um okkum sum eitt serstrakt fólk í uml. 1200 ár, so hendir skaði á ´ættartræið´, og røturnar rotna, og síðani tekur fyrstkomandi stormur og fellur træið. Og soleiðis gerast vit rótleys. Men tað nýtist ikki at verða so. Tí søgulig vitan

 Verja móti forfalli.

Ella verður tað so? Nei, eg eri vísur í, at søgulig tilvitan um okkum - sum fólk - er bæði lív og andi og besta verja móti dekadensu. Vit vita tá, hvørjum vit koma frá, hvør vit eru, og hvat vit vilja við lívinum. Vit vita tá eisini, at vit skulu standa saman bæði í við- og í mótgangi. Og vit kenna kjarnuvirðini. Vit eru eitt fólk, og vit eiga at vísa hvørjum øðrum næstakærleika/solidaritet.

Tíðin er farin frá harrafólksyvirklassapolitikkinum.

Onki við at fóðra tey fátøku við molunum frá ríka mans borði. Tey ríku hava í mong ár sitið á fleskinum, sum um tað var ein sjálvfylgja, men tað er tað sjálvandi ikki. Søgugongdin vísir og vil vísa, at stóri ójavnin byggir á vanligan ránspolitik, og at ránspolitikkur sjálvandi verður vístur vetrarvegin skjótast tilber, mugu vanliga kvinnan og vanligi maðurin verða garantar fyri sker. Nú er tíðin farin frá harrafólksyvirklassapolitikkinum. Men hann fer ongan veg av sær sjálvum. Hann skal berjast niður í tað Ónda stað, har hann kemur frá, og har hann hoyrir heima.

Og so nakað um mína ættarsøgu, og hvussu tað gekst teimum:

Foreldrini doyggja meðan børnini eru smá.

29. juni verða 111 ár síðani at mamma mín varð borðin í heim í Hovi. Pápin var Hans úr Gloppinum úr Fámjin, og mamman var Barbara Midjord úr Hovi. Tey fingu trý børn. Mamman Barbara doyði av blindtarmsbruna, og pápin druknaði, meðan børnini vóru smá. Brunan gjørdi mann einki við tá. Mann hevði bara at bíða til deyðin gjørdi endað á líðingunum. Pápin var komin heim við skipi. Veðrið var vánaligt, so teir vóru ávaraðir um at sigla av Tvøroyri til Hovs við opnum báti, men teir fóru avstað álíkavæl. Báturin fórst, og allir, ið við vóru, druknaðu. Mamma var ikki fylt 3 ár, og systkini – ein drongur Tummas og ein genta: Daniella (seinri) Brattalíð, vóru eisini heilt smá. Foreldraleys – og hvat so? Ongin samfelagstrygd. Meðan Tummas fór til Fámjins til at verða upp-fostraður har, so blivu systrarnar hjá abbanum og ommuni í Hovi. Onki sosialt trygdarnet, og abbin og omman høvdu ikki ráð til bara at fostra tær upp, so abbin smíðaði smár leypar til tær, so tær kundu hjálpa til við at bera tøð og tara m.a frá strondini og niðan á bøin Fátækradømi við hartarbeiðandi foreldraleysum smábørnum. Onki alternativ.

Daniella giftist til Trongisvágs, og mamma fylgdi við og búði saman við henni og familjuni i nøkur ár. Meðan hon búði har, arbeiddi hon m.a. i fiski . Fíggjarkorini vóru sera trong, so nærum onki var til annað, enn tað absolutt neyðuga. Skuldi plagg keypast t.d ein kjóli, so mátti haldast fast um tveyoyruni og fimmoyruni í mánaðar, áðrenn gjaldast kundi, og plaggið var heima.

10 oyruni

Fyri at vísa fíggjarligu trongstøðuna, kann eg siga frá søgu, ið hon fortaldi. Hon vildi einaferð so fegin sleppa í dans. Tað kom annars næstan ikki fyri, at hon var í dansi, tí ráðini vóru ikki til tað. Men nú var longsulin til eitt swingom óvanliga stórur, men peningur var ongin. So nú vóru góð ráð dýr. Hon hevði sæð systur sína eiga tvey tíggjoyru, sum vóru loddaði saman til smykku, og nú tók tankin yvir, at hon skuldi kloyva smykkuna, so hon kundi brúka peningin til dansibillettir, og so varð gjørt. Hon slapp í dans, men samvitskan yvir gjørda gerð nívdi hana í mong Harrans ár. Soleiðis kundi tað ganga tá.

Midt í 30-árunum kom mamma til Porkeris, at vera húshjálp, og í 37 giftist hon við pápa. Í 38 varð Johnhild fødd, í 39 kom Brynjálvur og í 43 kom eg.

Mamma doyði í 2002 98 ára gomul.

Jógvansstovuomman.

Pápi varð føddur í 1896. Mamma hansara var ættað úr Jógvansstovu í Leirvík fødd í 1867 og deyð í 1942. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1888. Sum smagenta misti hon faðirin, ið druknaði í opnum báti ikki so langt heimanífrá. Hon fór til Skála – har mamman Anna Sofía Weihe var frá – so abbin og omman kundi fostra hana upp. Hon byrjaði sum lærari á Velbastað og í Kirkjubø og so eisini í Hesti og í Koltri, inntil hon í 1904 var sett sum lærarí Porkeri og Hovi. Hon kom suður, tí hon giftist Daniel Danielsen, sum eisini var lærari.

Fýra børn og mann – hevði bert pápa eftir.

Tey fingu fýra børn. Tvey doyðu sum smá, meðan John (f. 1894) og pápi Johan Henrik Danielsen – seinni Danbjørg (f. 1896) vuksu upp saman við foreldrunum til í 1904, tá pápin doyði av sjúku, og mamman varð einsamøll við báðum synunum. Abbi hevði eisini havt skiparaskúla, sum omma eisini undirvísti í. Sum ein segði herfyri: einasti kvinnuligi navigatiónsskúlalærari, sum nakar visti um her um leiðir. Og John fór blaðungur á nevnda skúla og tók prógv og fekk dispensatión til at føra skip hóast unga aldurin, kanska eisin , tí foreldrini vóru tey, tey vóru. Hann fekk boðið ´Robert Miller´, og hóast ávaringar um, at skipið var kavrotið og vandamikið, so tók hann av. Tey nærmastu troystaði John við, at hann vildi fáa betri skip, tá hann hevði víst, hvussu nógv hann kundi fiska. Men í mars 1914 hvarv skipið við Íslands strendur, og onki sást aftur. Og so sótu omma og pápi einsamøll eftir. Tey høvdu verið 6 – nú vóru tey einans tvey. John var forlovaður, og tað tók gentuni so fast, at hon bleiv óð í høvdinum og vassaði ferð eftir ferð út á sjógv, tí hon vildi verða saman við John.

Øravíkarabbin

Abbi mín – Daniel Danielsen - varð føddur jólaaftan í 1858 í Øravík og doyði bert 45 ára gamal.

Foreldrini vóru Maren Sofie Mortensdatter úr Nesi í Hvalba og Johan Henrik Danielsen úr Porkeri. Navnið Johan Henrik stammar frá 1668, tá systirsonur Gabel Johan Heinrich búðsettist í Føroyum.

Navnið er enn væl umboðað í familjuni eftir 350 ár.

Daniel tók læraraprógv í 1881 og var lærari í Porkeri og Hovi. Umframt undirvísti hann skiparanæmingum í Porkeri.

Vælsignaði skip og manningar.

Eg havi longu greitt frá fyrstu liviárinum hjá pápa. Hvussu húski svann inn frá 6 til tvey av sjúku, og tí at síðsti beiggin sum skipari á Robert Miller ikki kom aftur. Porkeri hevur annars verið ógviliga hart rakt, hvat sjólætnum viðvíkur, so mangur sorgarleikur er útlivaður í bygdini millum ár og dag. Og mong hava livað í støðugum ótta, tað tíðina ein ella fleiri av teirra kæru hava verið virkin á sjónum. Pápi lat onki skip fara frammvið á firðinum, uttan at hann vælsignaði tað og manningina. Hann kendi sjálvur hin ræðuliga sviðan, tá onkur ikki kom heim aftur, men varð verðandi har úti.

Pápi giftist 28 ára gamal- aftur ein tragedia

28 ára gamal giftist hann við Sunnuvu, ið var 18 ár, men bert fá ár seinni doyði hon. Tað var sum um alt, sun hann elskaði skuldi takast frá honum. Seinni segði hann mær, at tá hann eisini misti Sunnuvu, bleiv hann frítonkjari. Men tá hann fekk nýggja konu og tveir synir og eina dóttur – tað sama sum hann hevði mist – tá hann fekk alt aftur, so kom trúgvin aftur og var verðandi.

Undir krígnum leikaði eisini í. Nógv komu í svára neyð. Høvdu ikki til dagin og vegin.Ein dagin hoyrir systur mín, at foreldrini eru í so harðmælt og hoyrir, at mamma biðjur um pening at keypa inn fyri, men at pápi bert sigur, at hon kann skriva. Hon vil hava vita, hvat bagir, men hann sigur , at hann ongar pengar hevur, men tað kann hon als ikki skilja, tí hann hevur fingið løn stutt frammanundan. Og smákeglaríðið endar við, at pápi sigur. Eg fái løn aftur í næsta mánað, men her búgva mong, ið onga løn hava fingið ella fáa. Far tú og keyp og skriva. Og so varð. Næstakærleiki og solidaritetur. Eg elski hann enn fyri, at hann kundi vera so.

Pápi sat á Føroya Løgtingi frá 1932 – 1968.

Pápi doyði 23. juli 1968 aftaná gott 30 ár á Føroya Løgtingi fyri javnaðarflokkin í tænastu fyri verka- og fiskimannin fyri tey minnimentu og fyri gomul og sjúk og fyri øll tey, ið ongan góðan áttu. Fólkið skuldi hava sínar ognir, kosta hvat tað kosta vildi. Tað helt hart, so fet fyri fet varð vunnið fjøldini, meðan politiska høgra saman við kapitalistunum tók aðrar ognir til sín, sum sínar egnu, og soleiðis sum teir gera eisini dagin í dag. Øll munnu vita, hvussu høgra og kapitalurin hava sett seg væl og virðilliga á nýggju ognirnar og gólvandi spyrja vanliga føroyingin, hvat Helviti hann billar sær inn, at krevja sín part, So einasta loysn er hart og varðandi stríð fyri ognunum.

Gíslatikin.

Nógv annað kundi verið at sagt frá, men eg skal bert leggja aftrat, at hann er einasti politikkari, sum eg veit um, ið er gíslatikiin av fólkafloksmonnum, so hann ikki kundi atkvøða fyri einum uppskoti, sum teir vildu steðga. So er als einki nýtt í tí, at teir brúka skitin vápn, um teir halda, at fjøldin fær ov nógv, og tað halda teir í heilum.

Metingar.

Bert í hesu avkortaði ættarsøguni eru mong viðurskifti, ið serliga ung kunnu taka til nærri metingar um hvat og hví? Síðani kunnu samanlíkningar gerast ímillum fyrr og nú: sjúka, at sjólætast, einkir, og at taka til fosturs, fátækradømi, pensiónir, sosialverk, sosial og almannaverk, stuðulsskipanir o.a.

Tað hevði eisini havt stóran týdning fyri tilvitanina, um eisini hevði verið hugt eftir, hvørjar politiskar kreftir, ið hava lagt rygg og alla orku í fyri at fá framt tær mongu góðu broytingarnar, sum framdar hava verið gjøgnum árini. Og hvør ið hevur lagt forðingar aftaná forðingar aftaná forðingar fyri at steðga teimum sosialu frambrotunum.

Innlit kann fáa roðsluna at falla.

Við einum neyðugum innliti, kann roðslan fella frá eygunum, so mann er vísur í, hvørnn politikk mann eigur at og vil stuðla, og hvønn politikk mann vil mótarbeiða við hond og fót.

Stríðið um fólksins ognir heldur áframm.

Dagfinnur Danbjørg.