Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sóknast eftir vitnum til eldsbrunan í AA húsinum á Tinghúsvegnum í Havn

Pressemeddelelse   •  Jul 22, 2016 13:09 GMT 

Í samband við eldsbrunan í AA húsinum á Tinghúsvegi 37, mikudagin tann 21. juli 2016 kl. 22.55 stóðu tveir dreingir uml. 10-12 ára gamlir undir Pisuvarða og hugdu at eldinum. Tá ið ein vaksin vildi í samband við teir, runnu teir frá staðnum. Politiið vil fegin tosa við dreingirnar, tá teir møguliga kunnu vera vitnir í málinum. 

Eisini vil politiið fegin hoyra frá øðrum, sum halda seg hava sæð okkurt illgrunasamt í samband við eldsbrunan.

Politistøðin hevur tlf. 351448

Jón Klein Olsen
varapolitiinspektørur

Kanningardeildin