Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søla av fiskiloyvum skulu steðgast beinanvegin

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spyr Høgna Hoydal, landsstýrismann um Asbjørn Senior, og skipasølur. Nógv við mær standa spyrjandi og undrast stórliga, sigur hann í fyrispurningi sínum.

Grein 52a fyrispurningur til Høgna Hoydal landsstýrismann í fiskivinnumálum

Viðvíkjandi keyp og sølu av fiskiskipum og loyvum.

Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví Asbjørn Senior fyrst fekk noktað fiskiloyvi vegna ov stóran útlendskan eigaralut, men fáar dagar seinni fekk loyvi útskrivað.

Kann landsstýrismaðurin greina søluna farnu viku, sum Kringvarpið bar tíðindini um, har fiskiskip vórðu keypt og seld fyri tveysifraða milliónaupphædd millum feløg, við somu eigarum.

Veit landsstýrismaðurin, hvat ítøkiliga orsøkin er til hesar sínámillum keyp og sølur. 

Hvørja ávirkan hevur tað á fiskiloyvi hjá feløgunum. 

Hvussu nógvar skipasølur við fiskiloyvi vórðu framdar frá 1. januar til og við 31. august 2015 og frá 1. september 2015 til 11. februar 2016.

Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at støðga keyp og víðarisølu av fiskiloyvum.

Viðmerkingar
Nógv við mær standa ivaleyst spyrjandi, tá tíðindi berast í fjølmiðlunum um stórar skipasølur millum feløg við somu eigarum.

Hóast grein 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetur, at útlendingar ikki kunnu eiga meira enn ein triðing, kom landsstýrismálanevndini í 2006 til eina greiða niðurstøðu  samband við eina skipasølur.

"Viðgerðin í fiskimálaráðnum veitir ikki trygd fyri, at henda áseting verður fylgd". 

Tá eitt skip verður keypt og keypið verður fíggjað nærum 100%  við lánspeningi, kann av røttum setast spurningur við, um tað ikki er lánspeningurin sum stýrir og hevur avgerðarrættin, framum ábyrgdar og partapeningin.

Nógv hevur verið tosað um fult gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir og at sínámillum keyp og søla av fiskiloyvum skuldi steðgast beinan vegin. Higartil røkist einki fyri, at fráboðaðu ætlanir gerast veruleiki.

Kári P. Højgaard,
Løgtingsmaður