Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sólarmyrkingin 1954

Nú full sólarmyrking verður í Føroyum, er mikil áhugi fyri henni, sum var í 1954. Fólk spyrja dúgliga hvussu tað var tá.

Lætt er at svara, tí tað var ein hending, sum øll tey, ið tá vóru her, góvu miklan ans. Øll minnast hvar tey vóru stødd og hvat ið tey gjørdu henda dag.

Sjálvur var eg trettan ár og búði heima hjá foreldrum mínum í Sølgørðum í Kaldbak. Húsini eru long og hava flagtak, og gott pláss var uppi á loftinum.
Har var eitt takvindeyga. Eg legði meg á gólvið og kundi eygleiða sólina út gjøgnum vindeygað. Tað hevði staðið í bløðunum, at tað var umráðandi at ansa eftir eygunum, og at tað bar til at verja tey við at hyggja ígjøgnum óeksponeraðar filmar. Slíkar høvdu vit í húsunum, og eg fekk einar tveir.

Sum rímiligt er, vóru vit sera spent uppá hvussu veðrið fór at verða.
Hásummar var, men juli er ikki besta terratið, og tað var tí als ikki vist at sólin yvirhøvur fór at síggjast. Dagurin royndist eisini misjavnur í Føroyum. Summa staðni var mjørki. Aðrastaðni var bakkalýsi, men sólin sást ikki. Í Kaldbak var ikki fagurt sólskin, men sólin sást tó gjøgnum tey tunnu skýggini. 

Sum eg lá, sá eg hvussu sólin so við og við minkaði. Men lítil munur var á lýsinum til eitt lítið petti av sólini var eftir. Tá skýmdi, og so knappliga var myrkt. Tá sást fagur logi rundan um alla ta sløktu sólina. Henda korona sá út sum eitt veldugt bál.

Eg fór niður gjøgnum trappurnar, og har var myrkt at ganga. Úti í túninum gingu fólk. Hóast sólarmyrking var, var tað ikki bølamyrkt, tí eitt bláligt ljós var um alla leið. Vit høvdu fingið at vita, at tað fór at vera so myrkt, at fuglarnir fóru at sova, og vit sóu hønurnar fara tysjandi inn í høsnarhúsið.

Skuldi eg aftaná sagt, hvussu long løtan var, so hevði eg uttan iva sagt fimm minuttir, tí her hendi so nógv. Nú verður upplýst, at minuttirnir bert vóru tveir!** Eins knappliga og ljósið var horvið, kom tað aftur. Dagurin var afturkomin, og hanarnir fóru at gala fyri at boða frá hesum. Vit høvdu nógv at tosa um dagarnar eftir!

Zakarias Wang