Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Soleiðis gert tú, tá nýggja dataverndarlógin kemur í gildi

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri tveimum tiltøkum komandi mánað í Klaksvík og Havn, har greitt verður frá, hvussu fyritøkur skulu fyrihalda seg til dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021.

Tað vera umfatandi broytingar, sum koma fyri, tá nýggj dataverndarlóg kemur í gildi 1. januar 2021. Nógv hevur verið tosað um broytingarnar seinastu tíðina, og eftir standa nógvir spurningar, sum vinnufyritøkur hava um, hvussu tær skulu fyrihalda seg til lógarbroytingarnar. 

Tað er í hesum sambandi, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri tveimum kunnandi tiltøkum fyri limunum í Vinnuhúsinum. Tað fyrra tiltakið verður í Klaksvík tann 11. november og seinra tiltaki verður í Havn tann 18. november. Meira kunning kemur seinri. 

Endamálið við tiltøkunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.