Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Soleiðis var gamla Dimma

OKKUM ER SENT: Dimmalætting ger munin hvønn dag. Eitt blað, sum á ein spennandi hátt lýsir, greinar og kveikir og setir tíni áhugamál fremst. Lesarin er kjarnin í okkara journalistikki.

Soleiðis stendur at lesa í Dimmu. Tey royndu at spæla kritisk. Tey skrivaðu at tað var so óruddiligt á Trøðni hjá Júst, Yviri við Strond. Nakrar dagar seinni ruddaði Kommunan økið, tí hon hevði keypt tað til Ellisheim.

Tað vistu tey eisini á Dimmu, men tey vóru so kritisk, at tey skrivaðu um tað, tí tey frammanundan vistu hvat fór at henda.

Tá ið árni G. og Brynhild T. komu á Dimmuna var Hjalgrim úr Eik settur har Petur F. hevði sitið. Hjalgrim gjørdi tað bankamenn altíð gjørdu, hann setti prísin á prentingini av Oyggjatíðindi upp við 40% uttan nakra ávaring og Oyggjatíðindi var ikki longur sparringspartnari hjá Dimmu, men ein pestilens.

Har Petur F. var glaður fyri arbeiðið og bæði bløðini fingu gagn av samarbeiðnum, var alt nú bert vent annan vegin. Og slíkt ber ikki til. Tað hevði verið pláss fyri 3 bløðum, um teir arbeiddu journalistiskt. Men teksturin í Dimmu var kontrolleraður, fyri ein stóran part av tjóðveldiskreftum, og tá er stutt til at enda sínar dagar sum 14 september. Tjóveldið ídag er fyri tað mesta stýrt úr whisky-beltinum danska.

Fyrst gavst Dan við at prenta annað blaðið, tá ið eingin reaktión kom frá Dimmuni, bleiv hitt blaðið steðgað. Tá var einasta reaktiónin at Oyggjatíðindi ikki kom út longur, og tað passar heldur ikki. Einsamallur hevur Dan gjørt tað sum hini bløðini áttu at gjørt, arbeitt journalistiskt.

Prentingin av Oyggjatíðindi gav samtakinum onkustaðni millum 30 og 50 milliónir í dagsprísi. Petur F. hevði, tá ið hann fór, uppbygt ein eykagrunn á 21 milliónir kr. Tí kundi Dimma sum einasta partafelag í landinum, hava partapening uppá 5000 kr.

Tað var Eik banki, sum hongdi Vikublaðið hjá Óla á Deild um hálsin á Dimmu, og Dimma sakk sum steinurin. Ídag situr Danberg á Nema og eingin á Dimmu vil Nema við hann. Dimman misti sína egnu prentsmiðju og verður prentað í Danmark, høvdu Jóhan Poulsen og Mogens Wahl vitað, høvdu teir roterað í kirkjugarðinum.

Teir á Dimmu vistu at Ellisheimið kom, men einki um sína egnu framtíð.

credo.-