Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Solidaritetur heldur enn sjálvsókni

Í meira enn eina hálva øld hevur Javnaðarflokkurin her eins og brøðraflokkar hansara í Norðurlondum, politiskt uppbygt londini eftir einum samhaldsfestum leisti. Nakað sum øll heimsins lond misunna okkum. Hetta at vit hava eina solidariska skipan, har breiðastu herðarnar skulu verða við til at lyfta okkara almenna og heilsuverk, ja allar sosialar skipanir.

Hóast henda genialu og slóðbrótandi politisku skipan hevur verið galdandi meira enn eina hálva øll, hava eingi onnur lond klára endurtaka henda politik . Ein politikkur har tað millum annað, at ikki skulu verða fíggjarligu førleikarnir ið skulu forða fyri, at tað unga ættarliðið kundu útbúgva seg.

Tað vóru nógv í somu støðu sum undirritaði, ið ikki høvdu fíggjarligan førleika at útbúgva seg á ungun árum, tí tá vóru figgjarligu viðurskiftini hjá foreldrunum, sum vóru avgerðandi um ein fekk eina útbúgving ella ei. Men so skjótt sum Javnaðarflokkurin fyrstu ferð fekk leiðsluna í Tinganesi, so var brotið upp úr nýggjum innan okkara skúlaskipan, eins og ein skipan av eldraøkinum var samtykt á Løgtingi, sum kollvelti tað skipan sum borgarligu flokkarnir vóru fadrar av.

Okkara pensionistar vóru lyftir úr ringastu fíggjarligu armóð, har tey lítið og einki høvdu at liva av, til at fáa eina væl uppiborna fólkapensión, takka verið nýskipan á pensiónsøkinum ið Javnaðarflokkurin var faddur at.

Í 1992 legði Javnaðarflokkurin so uppskot fram, at stovna Samhaldsfasta, sum eitt ískoyti til fólkapensiónina. Sjálvt um heykarnir í Fólkaflokkinum royndu allar snildir til at saboterað Samhaldsfasta, ja, teir kravdu enntá, at strika navni Samhaldsfasti, so bleiv hann samtyktur við stórun meiriluta. Er tað nakar stovnur í Fólkaflokkurin hatar, so er tað samhaldsfasti. Og tí hevur Folkaflokkurin við samstarvsflokkum sínum tikið stig til at kollvelta núverandi pensiónsskipan ið hevur virka fyrimyndarligt meira enn eina hálva øld. Í staðin fyri skulu tímalønt og láglønarbólkar sum eru tey ið eru ringast fyri fíggjarliga, gjalda upp til 15 % til teirra egnu pensión.

Somu flokkar brúktu 17 dagar undan Jólum í 2011, at forskatta pensiónirnar, og hækka pensiónsskattin frá 35% uppí 40 % so tey á niðastu rókum missa kr. 12.000,00 hvørt ár, .Við forskattingini av pensiónunum skuldi ein trú, at hesin peningur skuldi koma pensionistunum tilgóðar,men so var ikki.Í staðin fyri var hesin peningur, 1200 milliónir av forskattingini av pensiónum latin í skattalætta til tey á ovastu rókum

Hinvegin hava pensionistarnir hetta valskeiðið fingið 350 krónur um mánaðan, tað sama sum tey kunna keypa sær ein mjólkapakka fyri um dagin. Nei. nú gloymdi eg, at áðrenn pensionisturin fekk hesa olmussugávu,so skuldi skattur fyrst gjaldast. So okkara pensionistar fingu ikki so frægt sum fyri ein mjólkapaklka um dagin, frá teimum sum fyrst forskattaðu teirra pensiónir, fyri síðan at hækka teirra pensiónskatt úr 35% uppí 40 %. Nú lova teir skattalætta til lá og meðalinntøkur, nakað sum tey ikki megnaðu í 4 ár, og tað av einum yvurskotið á komandi fíggjarlóg. Men har er einki yvurskot, og tí er tað er bluff sum alt annað Fíggjarmálaráðharrin vartar upp við.

Mín áheitan til allar pensionistar er, at teir leggja sær í geyma tey viðurskifti í eru nevnd omanfyri, tá krossurin skal setast. Tað skal eisini verða mín áheitan á allar Javnaðarveljarar um at fara fjølðment á val, tí hetta er eitt lagnuvæl. Tað snýr seg fyrst og fremst um at steðga teimum sum eru væl á veg , at niðurlagað okkara samhaldsfasta, okkara alra samfelag. Eitt solidariskt samfelag íð stovnari Javnaðarflokksins Petur Mohr Dam, sáli saman við øðrum, legði lunnar undir. 

Og er tað nakað ið borgarligu flokkarnir hata, so er tað solidaritetur. Einastu ferð ið politisku søguni har borgarligi Fólkaflokkurin hevur ómaka sær at umsita Almannamál var í 2011. Eingin ivi er um,at var ein liður í atneutralisera og tileinkisgera Anniku Olsen tá hon av heykunum í flokkinum var í uppskotið sum landsstyriskvinna í Almannráðum. Eins og hetta var mett sum ávarðing til hana, tí hennara liberalistislu sjónarmið, ið góvu henni fleirfalt so nógvar atkvøður sum formaðurin í flokkinum hóvaði ikki formanninum og konservativu elitini í flokkinum. Einki øvugt orð frá mær um Anniku Olsen. Hon hevur gjørt tað gott, eins og hon er ein framúr politikkari. Og hevði hon valt Framsókn tá hon hevði møguleikan, so hevði Fólkaflokkurin politiskt ikið á knøunum í dag. Teir minna mest um gomlu kommunistarnar í Sovjettíðini, og tað er tað einki løgið í. Tí politikkur teirra er javnlíkur tí sum var í hæddini undir kalda krígnum. 

Frank Davidsen