Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sóljuleiðir fyri ferðafólk

ARKITEKTADAGAR: Arkitektafelag Føroya skipar í hesum døgum fyri arkitektadøgum. Í tí sambandi hevur felagið heitt á Landsverk um at geva sítt íkast til kjak um arkitektur. Arktitekturur snýr seg ikki bert um bygningar, men so sanniliga eisini um planlegging av infrakervinum á landi. Ein partur av hesum eru sonevndu Sóljuleiðirnar, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar í Føroym, sum í ávísum førum eru alternativar farleiðir. 

Visjónin við sonevndu Sóljuleiðunum er at geva teimum ferðandi góðar upplivingar. Tankin aftanfyri hetta er, at ein vegur hevur eitt virði, hóast ferðslan er minkandi, ella upprunaliga endamálið við vegnum er burtur. Møguliga tí ein nýggjur vegur ella tunnil er gjørdur. Virðið á hesum upprunaliga vegnum eiga vit ikki at missa, tí vegurin kann nýtast á annan hátt. Til dømis sum ferðafólkavegur ella súkkluvegur.

Í Samferðsluætlanini 2008-2020 verður peikað á nøkur landsvegastrekki við lítlari og ongari ferðslu, ið kunnu nýtast til sonevndar Sóljuleiðir. Her kunnu bæði føroyingar og ferðafólk koyra spakuliga og njóta koyritúrin og náttúruna uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars. Tað eru Landsverk og Ferðaráðið – nú VisitFaroIslands – ið saman hava valt júst hesar leiðir. Sóljuleiðirnar, sum liggja í serliga vøkrum landslagi, fara við tíðini at verða gjørdar út við dvalarvikum, víkiplássum og øðrum uppihaldsstøðum, har til ber at steðga og njóta náttúruna. Sóljuleiðirnar minna nógv um teir norsku “turistvegirnar” og nakað um donsku “margerittruturnar”.

Á Sóljuleiðunum ræður ikki bert um at koma fram, men líka so nógv at uppliva ferðina og landslagið, tú koyrir ígjøgnum, har tað brádliga skiftir frá stórbærum útsýni til bert at síggja tað, sum er beint við. 

Munurin á ferðini á leiðini ger, at tann ferðandi fær møguleika fyri at síggja landslagið á ein annan hátt.

Hesar leiðir verða útgjørdar við sonevndum dvalarvikum, ið eru støð, har ferðandi kunnu steðga á og fáa hvílu ella bara njóta landslagið.  

Tað mest umrándi arbeiðið við dvalarvikunum er tí at útvelja støð, sum hava serligar dygdir og sum á ymiskan hátt kunnu vísa teimum ferðandi tí føroysku náttúrna frá vøkrum og áhugaverdum vinklum.

Dømir um Sóljuleiðir eru Múlavegurin á Borðoynni, vegurin um Eiðisskarð í Eysturoynni, Oyggjarvegurin í Streymonni og vegirnir um Hovsegg og um Hestin í Suðuroy.

Í summar vóru hesar Sóljuleiðir lýstar nærri, og hendan lýsing skal vera grundarlag undir komandi kunning um Sóljuleiðirnar og gerð av eitt nú dvalarvikum.

Her eru nøkur brot úr lýsingini av Sóljuleiðunum, sum hjá Halla Áargarð, landslagsarkitektlesandi, hevur gjørt.

Tann føroyska náttúran er ein rá og ber náttúra við fjøllum og dalum, sum saman skapa eina stórslidna náttúru.

Av tí at lendið í náttúruni er so bert, vera landslagsrúmini í Føroyum ikki skapt av plantum og trøum, men av sjálvum lendinum.

Samanspælið millum oyggjarnar skapa tey størstu rúmini, fjøllini og dalarnir skapa tey miðal stóru rúmini, og høvdir og stórir steinar skapa tey lítlu landslagsrúmini.

Tað tætta, lítla rúmið verður til dømis skapt av einum skarði inn í fjallið og hevur ein vakran foss, sum gevur rúminum lív.

Tað avmarkað stóra landslagsrúmið kann vera avmarkað fjøllum, sum saman skapa ein skálformaðan dal við bygdini niðri í botninum.

Tað opna rúmið verður avmarkað av kantinum á fjøllunum tí flotta útsýnium. 

Í frágreiðingini verður arbeitt víðari við hesum trimum ymisku landslagsrúmunum og teimum ymisku dygdunum, sum rúmini hvør sær hava.

Tá ferðast verður í bili, er møguligt at uppliva eina nógv størri vídd, enn tá ferðast verður til gongu. Tað er møguligt at ferðast við 80km/t í mun til teir 5-7km/t sum møguligt er at ferðast við til gongu.

Munurin á ferðini á leiðini ger, at tann ferðandi fær møguleika fyri at síggja landslagið á ein annan hátt.

Tann ferðandi fær møguleikan fyri at síggja nógvar ymiskar støðumyndir upp á stutta tíð og kann síggja kontrastir millum ymisk landsløg.

Á leiðini upplivir tann ferðandi útsýnið frá tí opna til tað avmarkaða. Tað vil siga frá panoramaútsyninum til tann tætta, lítla, vakra fossin.

Hesir kontrastirnir er nakað av tí, sum ger tað at ferðast í bili spennandi, og hetta er tað, sum Sóljuleiðirnar kunnu bjóða ferðandi, sum gongutúrar og aðrar náttúruupplivingar ikki kunnu.

Sóljuleiðir kunnu bjóða teimum ferðandi eina aðra skalauppliving, enn ein gongutúrur í fjøllunum kann. 

Lýsingin av teimum ymisku Sóljuleiðunum verður tí grundað á hvørjar støðumyndir tann ferðandi kann uppliva á teimum ymisku leiðunum.