Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SONJA DROTNING TIL FØROYA

Tað var ein heilt serlig hending hjá Heðini Mortensen at vera til stóran døgurða á ráðhúsinum í Oslo í gjárkvøldið. Sonja drotning prátaði við borgarstjóran í Havn og boðaði frá, at hon kemur til Føroya í summar.

Saman við 700 øðrum gestum var Heðin Mortensen boðin til stórfingnan døgurða í sambandi við, at norska grundlógin hevur 200 ár á baki.

Undir borðhaldinum fekk borgarstjórin í Havn eina áheitan frá einum ráðgeva hjá kongsfamiljuni um at fylgja familjuni út til teirra bilar uttan fyri ráðhúsið. Sonja drotning vildi fegin heilsa upp á borgarstjóran í Tórshavnar kommunu persónliga.

- Hetta kom púra óvart á meg. Eg visti ikki, hví júst eg millum 700 gestir skuldi fylgja kongsfamiljuni útaftur, sigur Heðin Mortensen.

Tá Harald kongur V, Sonja drotning, Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa reistust frá borðinum, fylgdi Heðin Mortensen teimum út í tún. Tá kom Sonja drotning yvir til Heðin Mortensen við einum serligum boðum.

- Tað var ein stórur heiður fyri meg at fylgja kongsfamiljuni út. Sonja drotning segði, at hon var hugtikin av føroysku náttúruni, og at hon nú hevði ætlanir at koma til Føroya. Eg bjóðaði henni at vera hjartaliga vælkomna til okkara land og høvuðsstað, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen er einasta føroyska umboðið á stóra hátíðarhaldinum fyri norsku grundlógini, sum byrjaði í gjár og heldur fram í dag.

Hetta er fyrstu ferð, Sonja drotning kemur til Føroya. Vitjanin verður í juli og verður fyri ein part almenn og annars privat.