Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sonur Sh´e ber heilsu til Tobba

Torbjørn Jacobsen, vanliga nevndur Tobbi, er í løtuni staddur í Cuba, har hann heldur jól. Tá ið hann varð spurdur um hví hann valdi at júst Cuba, at halda jól á í ár, segði hann millum annað, at pápi hansara var staddur á júst sama staðið sum hann er á nú, fyrst í 60’unum, har ið hann møtti frælsishetjuni Ché Guevara. Hetta stendur at lesa á In.fo í morgun, men her er so søgan um tá sonur She bar heilsu til Tobba...

Perlur: Tað er ikki ov nógv sagt, at Tórbjørn Jacobsen, er tann mest karisimatiski politikarin, føroyingar eiga í dag. Hann er í hvussu so er ikki ein keðiligur persónur, og tí er hann oftast eisini skotbjálvi hjá miðlunum, sum ikki tora eftir álvarsomum málum við supstansi í, tí onkur maktsjúkur persónur við ávirkan, kann koma í klemmu, og tað er ein alt ov stór avbjóðing hjá heilagu pressuni.

Oyggjatíðindi 28. Marts 2008:

Tað gav eisini ekkó, tá Tobbi var landsstýrismaður í almannamálum, og tveitti okkurt tvørball á dyr, men tilvildin vildi, at viðkomandi stóð nær javnaðarflokkinum, og ein leki um sinnisstøðuna hjá Tobba úr hansara egna umhvørvi, lak út til Sossin, og fanin var leysur.

Tórbjørn Jacobsen var tó maður fyri sjálvur at finna hurðina, og fór frá sum landsstýrismaður.

Men tað var í hesum tíðarskeiði, sum landsstýrismaður í mentamálum, at Tobbi varð kendur fyri at hava Che Guevara, ið var kendur, sum frælsishetja á Cupa, men varð dripin í Bolivia. Eyðkenda mindin av Che gjørdist ímyndin av frælsisstríði.

Hesin stríðsmaður kom upp at hanga á skrivstovuni hjá Tobba. Basta. Ikki ein kjaftur mótmælti, men til stuttleika kann nevnast, at um t.d. Høgni Hoydal hevði havt somu mynd, ella kanska myndina av Mao, Stalin ella onkrum øðrum á vegginum, ja, so reyk hann heilt skjótt úr politikki.

Men Tobbi, ja, hann kann næstan alt, men kann sanniliga eisini gerast kløkkur, sum tá hann fyri páskir fekk eina heilsan frá Picco She, sum er sonur stóru frælsishetjuna, sum Tobbi heldur so nógv av.

Tað var Ove, sum selir motorsúkklur, Harleys, í Føroyum, sum bar honum heilsanina frá soni She.

Maðurin vinstrumegin á myndini omanfyri, er Ove. Hann heilsar her uppá sonin hjá Che, Picco Guevara. Hetta var í samband við eitt MC-treff í Havanna í Cuba.

Ove sigur í einum teldubrævi til Tobba, at tað var ikki bara, sum at siga tað, at fáa samband við Picco, men at hetta eydnaðist við hjálp frá einum lomkalum MC bikara í Havanna.

Í viðførinum hevði Ove eina heilsu frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í tilfeingis, og fiskivinnumálum. Eitt føroyskt flagg. Picco Ché, sum annars ikki er serliga glaður fyri pressuna, vildi tó fegin í hesum eina førinum, lata seg avmynda við einari serligari heilsan til føroyska ráðharran.

Tobbi verður spurdur í teldubrævinum, um hann er áhugaður at gerast limur í Harley-familjuni, og um hann møguliga eisini vil vera við á eionum øðrum motorsúkklu treffi á Cupa seinni.

Tórbjørn Jacobsen, sigur í stuttari viðmerking, at hann avgjørt hevur áhuga, men vil ikki svara endaligt.** Á Myndini niðast vinstrumegin, sæst,Fróði Magnussen, Ove og sonurin hjá She. Hetta sýnist at vera stór løta fyri teir allar tríggjar.

Kenna vit Tobba rætt, so er hann so passaliga forvitin, og hann - um ikki annað - tekur konuna í hondina, og fer til Cupa. kanska hittir hann eisini Castro, sum nú hevur latið valdið til yngra bróðurin Rauel, so tað er ikki nøkur umbering fyri ikki at hitta Tobba úr Føroyum.

Men hendingin á Cupa, var á einum 16 daga motorsúkklutúri har koyrt varð 2100 km.

35 Harley vóru við á túrinum, harav fýra motorsúkklur komu úr Føroyum.