Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sorgarleikurin í Norðdepli

Hoyrdi kvinnu norðuri í Sundum fyri nógvum árum siga frá, at unglingar har norðuri til tíðir gingu garvillir.

Teir ótu soppar, sum vóru í haganum har um leiðir.

Teir vóru í sínum rúsi so ógvusligir, at ongin tordi at tosa um tað.

Hoyrið í KvF at ákærdi hevði alkoholpromillu uppá 1.5. Hetta kann geva blackout hjá nøkrum heilt fáum.

Tað undraði meg stórliga, tá unnusta ákærda varð uppafturgrivin til kanningar, at bara varð staðfest at hon var druknað; hvat við blóðroynd, kanning av tilfari í sodningargørnum, livur og landrás.

Vit kunnu drukna um vit detta á sjógv, verða tveitt á sjógv, ella enda á sjógnum í eini psykotiskari støðu.

Heldur ikki er komið fram um ákærdi er kannaður fyri annað enn alkohol.

Eru omanfyrinevndu kanningar ikki gjørdar, so má unga kvinnan fáa meiri gjølligar kanningar.

Ólavur Petersen