Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rannvá Vesturklett

Sørvágs Country- & Blues Festivalur

Sørvágs Country- & Blues Festivalur, sum verður í døgunum 12. til 14. juni 2014 avdúkar hesafer seks tey næstu nøvnini, tvey útlendsk og fýra føroysk. Samstundis skulu vit siga frá, at festivalurin er víðkaður við einum degi, soleiðis at byrja verður hósdagin 12. Juni.

Tíðindaskriv

Útlendsku nøvnini eru: Billy Yates og Savannah.

Føroysku nøvnini eru: Rannvá Vesturklett, Tinganest, Sámal Ravnsfjall og Halleluja Sofus.

Billy Yates er amerikanari, búsitandi í Nashville. Nógv meta hann vera eina av komandi stóru country stjørnunum. Her hjá okkum er hann best kendur frá Countrysendingini Rót og Rútma í Kringvarpinum, har Petur Rouch av og á hevur spælt hann. Billy Yates skrivar so at siga allan tónleikin sjálvur, bæði orð og lag. Hann verður eisini mettur, sum ein góður og solidur tónleikaframleiðari.

Tey seinastu tíggju árini hevur Billy Yates sligið navn sítt rimmarfast innan Countrytónleikin um allan heim. Hann turnerar javnan í Evropa, sum høvuðsnavn til festivalar, konsertir og onnur tiltøk. Afturat poppularitetinum í Evropa, er hann javnan gestasolistur í The Grand Ole Opry og konsertirnar í Kina og Japan eru útseldar, tá hann vitjar har.

Her um leiðir vitjar hann ofta í Onglandi, Skotlandi og Írlandi, í fjør vitjaði hann í Danmark og eftir ferðina her í Føroyum, skal hann framføra á stórum festivali í Norra.

Billy Yates hevur givið út 10 fløgur, seinasta fløgan “Only one Georg Jones” hevur selt sera væl, okkurt av løgunum á hesi fløguni liggur heilt í toppinum á hitlistunum.

Savannah er eitt entusiastiskt orkestur úr Hollandi, manna av tónleikarum, sum síðani byrjan í 1986, hevur verið á toppinum við sínum country tónleiki.

Teir fimm limirnir í bólkinum kenna hvønn annan, so tað bæði hoyrist og kennist, teir geva áhoyrarunum gleði við teirra smittandi og glaða country tónleiki.

Savannah er allarbest, tá tey framføra live, tey eru kendir fyri teirra Country Line-Danstónleik, bæði í heimlandinum og uttanlands, og er Savannah mest umtøkta orkestri í Benalux londunum.

Savannah hevur ein stóran fjepparaskara, nógv teirra ferðast langt, eisini uttanlanda, fyri at sígga bólkin framføra live. Bólkurin hevur givið eini 12 fløgur út og onkur DVD útgáva er eisini komin frá teimum.

Savannah hevur sum bólkur móttikið ikki færri enn 10 GRAM Award virðislønir, sum besti bólkur, teir hava eisini fingið fleiri prísir fyri løg tey hava givið út og manningin sjálv er fleir ferðir kosin, sum bestu tónleikarar á sínum øki.

Tað eru ikki hissini nøvn Savannah hevur arbeitt saman við, vit kunnu nevna Johnny Cash, Wanda Jackson, Bobby Bare, Buck Owens og Bellamy Brothers og seinastu árini eisini saman við komandi stjørnum sum Billy Yates og Buddy Jewell.

Orkestrið hevur eitt fyrstafloks ljós og ljóð show, sum tey ferðast kring alt Evropa við, og nú er túrurin komin til Sørvágs Country- & Blues Festival.

Rannvá Vesturklett hevur verið á undanfarnu Country- & Blues Festivalinum, hon er háaktuell við nýggjari fløgu, sum kemur út um heilt stutta tíð. Rannvá fer saman við orkestrinum, sum hon hevur innspælt fløguna saman við, at framføra løg úr nýggju fløguni og ivaleyst hoyra vit eisini góða kenda country dansitónleikin við lív í, sum skapar tann góða stemningin.

Tinganest: Teirra eykenda “Vágasound” verður aftur í ár at hoyra á Dungasandi, har manfjøldin kann syngja við til góða gamla Tinganest, sum eisini hava eini trý nýggj løg at borðreiða við. Tinganest hevur framført nógv á palli gjøgnum árini, teir hava verið á festivalum, bygdastevnum, ólavsøkum, ymiskum konsertum og spælt til dans um alt landi. Vit gleða okkum til at syngja við Tinganest á Sørvágs Country- & Blues Festivali.

Sámal Ravnsfjall kenna tey flestu, hann er ein av virknastu tónleikarunum, hann framførur javnan bæði sum einstaklingur og saman við orkestri. Hvør kennir ikki sangirnar 1001 nátt, Medistari í Karry og Undir trappuni hjá Lenu. Fáur ella eingin kann framføra blues á sama ráða og sannførandi hátt sum Sámal við kassaguitaranum og munnharpuni.

Halleluja Sofus dugir meira enn at gera bilvrak til listarverk og siga sína hugsan um alt millum himmal og jørð. Sofus er nevnliga á veg við eini fløguútgávu. Vit fara millum annað at hoyra nógv meira til tónleikin hjá Halleluja Sofus tá hann saman við Jákup Zachariassen, Kim Hansen, Jens Marna Hansen, Paula Magnussen og øðrum spennandi fólkum fara á pallin á Dungasandi. Sofus lovar okkum eitt sætt upplivilsi við góðum nýggjum tónleiki.

Hósdagin 12. juni er barnatiltak um dagin og pensjónistatiltak um kvøldi:

Sum nakað heilt náttúrligt, hava vit avgjørt at víðka um festivaltiltakið við at taka hósdagin við eisini sum part av festivalinum. Skipa verður fyri stórum barnatiltakið, 12. juni er Bassadagur í Vágum, seinastu árini hevur hann verið í Miðvági, men nú verður hann fluttur til Sørvágs og verður hann startskotið til Sørvágs Country- & Blues Festival 2014.

Hóskvøldi 12. juni klokkan 18 fara vit eisini at skipa fyri einum pensjónistatiltakið í dansistovuni. Á skránni er okkurt gott til matna, felagssangur, upplestur og tónleikur. Hetta tiltakið skal nokk fara at verða eitt stuttligt og hugnaligt kvøld við lívligum luttakarum og góðum borðstjóra.

Allir pensjónistar eru sjálvandi vælkomnir. Freistin at tekna seg til tiltakið er 6. juni og kostnaðurin er 150 krónur.

Tilmeldingin fer fram við at venda sær til Vága Kunningarstovu, telefon 333455 / vagar@vagar.fo ella 229311 / jongerd@vagar.fo.

Aftankvirra og Guðstænasta:

Sørvágs kirkja skipaði í fjør fyri aftankvirru, hetta tiltakið eydnaðist so mikið væl, at prestarnir, Inga P. Dam og Marjun í Kálvalíð fara at endurtaka aftankvirruna fríggjakvøldi og leygarkvøldi við list, tónleiki og kvirru. Sigast kann, at festivalurin endar við Guðstænastuni sunnudagin 15. juni. Tá fara prestarnir at hava eina serliga festivalguðstænastu har Evi Tausen fer at framføra.

Atgongumerki:

Á heimasíðuni country.fo ber til at keypa atgongumerki.

Mánadagin 12. mai hækkar prísurin á vikuskiftispassinum til 795 krónur fyri vaksin og 200 krónur fyri børn 7 til 14 ár, børn undir 7 ár hava ókeypis atgongd.

Verið øll hjartaliga vælkomin á Country- og Blues Festival 12. og 14. Juni 2014.

Sørvágs Country & Blues Festivalur

 

Trupulleikar við heimasíðuni

Vit hava havt trupulleikar at leggja tíðindir út á heimasíðuna, sum vit hava gjørt vart við hjá útbjóðaranum. Í morgun hildu vit, at hetta var komið í rættlag aftur, men nú hava vit trupulleikar at leggja myndir út. Tað umbera vit, men vit vóna, at hetta skjótt kemur í rættlag.

Hetta eru orsøkin ti, at fleiri myndir ikki kunnu leggjast út á hesa síðuna.

Redaktiónin