Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sosialistiska sílan

Ein stutt viðmerking til uppslagið hjá Paula Trond Petersen í Tjóðveldi.

Tað er stuttligt at síggja summi fólk brúka orði ”gratis”, og hvussu gott tað er fyri samfelagið, men tað veldst um hvørjum tað gagnar.

Tað er lætt at leggja ”sílað fakta” á borði til egnan fyrimuns. Hvussu nógv eyka hava hesi feløgini ikki koyrt í landskassan við økta virkseminum? Hvussu nógvur skattapeningur er ikki goldin inn gjøgnum sjómenninar og flakafólkið í Føroyum hetta tíðarskeiðið? Og ikki minst! Tá ið rakstrarútreiðslurnar eru drignar frá, tað hevði veri meira áhugavert á sæð. Tá hevði man ikki vita, um man skuldi flent ella grátið.

Hetta minnir ikki sørt um láturligu herferðina hjá Unga Tjóðveldi við at smekka plakatir upp við teimum sáldaðu hagtølunum. Hetta er at villleiða fólk.

Skulu føroyingar vera kappingarførir úti í heimi, mugu vit hava eina sterka fiskivinnu og effektivan fiskiflota, og tað fær man ikki við at leggja alskyns gjøld á.

At síggja hesi feløg hava vind í seglinum er einki at fýlast á.

Propagandamiðlar
Tað eru og fara altíð at vera miðlar við sínum meiningum og teir gera sítt til at ávirka samfelagið.

Men tað er mær ótrúliga løgið, at ein torir at blanda teir uppí, tá man sjálvur hevur teir størstu miðlarnar við liðina á sínum egna flokki.

Tey, sum siga, at tey ongantíð framleiða og síla mótsigandi fakta frá, er nakað humbukk og fjas.

Marius Høgnesen