Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sóu tit Bill. Djúpt asosialt og ókristiligt. Í ´80unum fekk Bill sjálvur stóran sosialan styrk úr landskassanum. Men nú skal lokið á. Hann hevur fingið

Eg havi altíð – av góðum grundum – vita, at fólkaflokkurin og partur av sambandsflokkinum hava ført bæði ein sera asosialan og til tíðir eisini konservativan og í vissan mun ókristiligan politik. Fólkaflokkurin hevur altíð havt føringina, men sambandsflokkurin hevur víst seg at vera lættur at lokka, tá ið teir høgraradikalu hava gjarað út, alt ov lættur, og úrslitið hevur verið hareftir – sambandsfloksins sosiala síða er stórt sæð sloppin at sova tornerosesvøvn, og tað er stórt spell. 

Men at miðflokkurin skuldi vera verri, var og er mær eitt stórt yvirraskilsi. Eg havi annars billað mær inn, at teirra kristindómur var kristindómur av konservativum/reaktonerum slag, men sum skuldi praktiserast eftir hægsta boði um at skula (ikki kunna) elska Guð og somuleiðis at elska næstan sum sjálvan seg. Men gakk. Asosial og ókristilig svørðsløg lata teir í staðin regna niður yvir tey smáu og verjuleysu. Fúl skomm og ófyrigeviligt. Til at gráta yvir. Hetta er ikki hin kærleiksfulli kristindómurin, men ein kærleiksleysur hatursfullur sokallaður kristindómur við bæði horni og hala.

Makt og mammon eru farin við tykkum, og grundarlagið er sokkið í gloymskunar hav. Freistingin bleiv ov stór, soleiðis sum hon er vorðin hjá so mongum. Spell, tí tit høvdu møguleikan, og fátæku børnini hava brúk fyri tykkum bæði nú og í framtíðini Men tit valdu aðra síðu.

At tit sviku, tá a stóð, fara tit at angra fyrr ella seinri

Ein lítil, men alvorlig søga um sama tema her til síðst.

Ólavur hevði onki, men fekk alt givið, og hvat ger hann nú? Føroysk foreldur tóku hann úr vøggu í fremmandum landi. Og góðu honum alt. Mann skuldi trúð, at hann takkaði Skaparinum og gav eina hjálpandi hond til Guðs smáu skapningar í neyð. Men hetta ótakksama individið, arbeiðir við hond og fót - og tí sum ljótari er -fyri at f o r ð a allari hjálp. Óli hevur uppdrigið hann í miðlaheiminum, so úrslitið fær ikki verið øðrvísi.

Men hóast alt, so haldi eg meg vita. At vit hava mong sosial og kristin, ið fara at loysa uppgávuna.

Og minnist so til, at tað er ikki líkamikið hvønn vit atkvøða fyri, tá valini eru.

Orðini eru eitt, men gerningarnir eru, teir ið telja.

Dagfinnur Danbjørg.