Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spakin setast í fyri nýggju Viðareiðisfarleiðini

HÁTÍÐARHALD: Tað var í seinnu helvt av februar í ár, at arbeiðstakarasáttmálin um nýggju farleiðina til Viðareiðis varð undirskrivaður av Landsverki og Samtakinum Articon & norska LNS í skúlanum á Viðareiði.

Verkætlanin viðvíkjandi nógv umrødda tunlinum til Viðareiðis við tilhoyrandi vegagerð, er komin so væl áleiðis, at spakin nú verður settur í fyri hesi verkætlan.

Hetta hendir mánadagin 23. juni kl. 15.00 hvannasundsmegin tætt við smiðjuna hjá Landsverki í Hvannasundi.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin, áðrenn spakin verður settur í. Síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at siga nøkur orð.

Aftaná hetta eru øll vælkomin at fáa sær kaffi og lætt ábit inni í smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi.

Um verkætlanina

Nýggja farleiðin skal tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður.

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til og við Skúvadalsleiti, haðani verandi vegur (1.400 m) verður breiðkaður inn til Viðareiðis.

 Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Nú byrjar arbeiðið, og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá kommununi.

Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2017.