Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spakin settur í fyri sambýli fyri sálarsjúk

BYGGING: Fyrrapartin í dag setti Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skjøtil á byggingina av sambýli fyri sálarsjúk í Havn.

So upprann dagurin, har spakin varð settur í fyri bygging av nógv umtalaða sambýlinum í Havn fyri sálarsjúk. Tað var Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum um 10-tíðina í morgun setti skjøtil á byggiverkætlanina Eystan Heyg.

Aftan á greiddu umboð fyri MAP-arkitektar frá verkætlanini í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Sambært uppskotinum hjá MAP arkitektum, er sambýlið ikki ein bygningur, men heldur ein býlingur.

Í verkætlanini eru pláss fyri 16 íbúðum, sum verða 35 fermetrar til støddar. Fyrsta byggistig fevnir um tær fyrstu 12 íbúðirnar, umframt felagshølir.

Í felagshølunum verður møguleiki fyri at matgera- og eta í felagsskapi við onnur og takast við ymiskt ítriv. Knýtt at felagshúsinum verður eisini eitt felags vaskarí fyri íbúgvarnar.

Útbjóðing hevur verið, og tá lisitatión varð hildin á Landsverki 20. desember 2012, vóru fýra tilboð komin inn. Tilboðini liggja millum 14,7 og 18,6 mió. krónur. Tað er P/F J&K Petersen, sum eigur lægsta boð. Kostnaðarmetingin av fyrsta byggistigi av sambýlinum var 12,2 mió. krónur.

Fakta

Arbeiðsánari: Almannamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Tekniskir ráðgevar: MAP Arkitektar, Verkfrøðingastovan, KJ EL-Ráð og PB Consult

Arbeiðstakari: J&K Petersen