Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi dagur í Sankta Frants skúla

Skúladagurin í Sankta Frans skúla byrjaði nakað øðrvísi enn vanligt, næmingarnir møttu til hátíðarløtu og steypahandan. saman við manningini á Westward Ho, borgarstjóranum og leiðslu skúlans.

Skipað hevur verið fyri fiskitúrum við sluppuni Westward Ho fyri 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu, aftur í ár hevur undirtøkan verið góð. Tann flokkur, ið fiskar mest, fær steyp til ognar, og í ár var tað 6.b í Sankta Frans skúla, sum hevur fingið mest, 81 fiskar, meginparturin var góður toskur.

Fyrst í september legði Westward Ho frá Høgukei. Umborð vóru umframt manning, spentir næmingar úr 6. b. í Sankta Frans skúla, nøkur foreldur og lærararnir Tórunn Joensen og Ragnar Simonsen.

Endamálið við túrinum “Á flot við Westward Ho” er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa samband við sjógvin, fáa høvi at royna seg á sluppdekki og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.

Tórshavnar kommuna er í tí hepnu støðu at eiga sluppuna, soleiðis at hesir næmingar fáa høvi at fiska og hjálpa til at hagreiða fiskin og serliga spennandi er at blóðga og kryvja fisk, sum ein sjálvur hevur drigið upp av botni.

Hetta er fimta árið, at fiskitúrurin er skipaður sum ein kapping.

Vónandi hava túrarnir gjørt sítt til, at onkrir næmingar verða sluppvinir, soleiðis at tey um nøkur ár verða við sluppini sum manning.

Tórshavnar kommuna takkar manningini á Westward Ho fyri fiskitúrarnar og takkar eisini skúlunum, at tey hava tikið so væl undir við tiltakinum.