Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi nýggj bókarøð

Nú verður gerandisdagurin lýstur á ein annan og áhugaverdan hátt í nýggju bókarøðini sum Lasse Klein hevur skrivað, og sum kemur út seinri í ár.

Við hesi bókarøðini havi eg vilja lýst Føroyar og Klaksvík, sum koma út í ár, og Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Suðuroynna sum væntandi koma út komandi ár, á ein heilt annan hátt enn vanligt er. Havi t.d. brúkt nógva tíð at finna tey røttu evnini og motiv, finna teknara, søguligt tilfar, og út frá hesum lýsa støðuna á ein sakligan, upplýsandi og lætt skiljandi hátt. Heilt einfalt, at lýsa gerandisdagin hjá okkum oyggjabúgvum, eins og í ávísan mun støðuna frá einari farnari tíð, á ein hátt sum ikki beinleiðis er umrøddur á sama hátt áður, sigur Lasse Klein.

Fjølbroyttir møguleikar

-Eg vóni at tað ferð at bera til at halda fram við hesum arbeiði, so at møguleiki eisini verður fyri at lýsa onnur stakevni.

Tað hevur eisini haft stóran týdning, hóast bókin er skrivað til vaksin fólk, at eisini børnini og tey ungu skulu fáa nakað burtur úr tilfarinum, eins og skúlar kunnu gera brúk av tilfarinum, og ikki minst eitt hent amboð í hondunum á ferðafólkið. Møguleikin fyri at bøkurnar eisini verður umsettar til onnur mál er til staðar.

Samtíð og farnari tíð

Bólkar av serkønum fólkið: lærarar, pedagogar, samfelagsfrøðingar og onnur eru hoyrd um innihaldið og um upplýsingarnar sum koma fram í bókunum, og fyri at hjálpa mær í hesum arbeiði havi eg lýst eftir teknarum sum kunnu tekna tey evnir sum eg haldið hava týdning fyri bókarøðina. Havi í hesum arbeiði lagt dent á at lesarin og hyggjarin lættliga skal kunna kenna tey aftur, lýsa dagliga yrki og gerandisdag Føroyinga á ein annan hátt. Teknarin hevur fingið útvald evnir at tekna eftir, og nógv tíð er farin til at velja, greina og lýsa samfelagsgongdina í okkara samtíð og í ávísan mun, eisini støðuna frá einari farnari tíð.

Eisini stórar plakatir

Bøkurnar leggja dent á tilfar, har lesarin við hjálp frá teksti og myndum, hevur møguleikar at gera meira burtur úr, enn tað sum bøkurnar umrøða.

Tað eru ikki bara bøkurnar sum koma út, eg havi eisini valt at geva út stórar plakatir av motivum sum koma fram í bókini. Meira enn 40 motiv eru gjørd um til plakatir.

Serstakar hendingar lýstar

Í stuttum kann nevnast at einar fýra frásagnir í hvørjari bók snúgva seg um eina farna tíð. Talan er eisini um søgulig frambrot. Í sambandi við t.d. bókina um Klaksvík, hevur tað eydnast mær við hjálp frá fornmyndugleikunum at finna eina skitsu frá 1721 um búseting, og út frá henni ímynda mær hvussu tað sá út uppi í Gerðum áðrenn skalvalopið í 1745 og 1765 – Uppi á Grundum sum tað eitur, og havi so út frá skitsunum endurskapa gamla býlingin har, og eg haldi sjálvur at tað hevur eydnast væl, og at teknarin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Ein sera hugnaligur gamla býlingur kemur til sjóndar, eins og nomið verður við hendingarnar í 1745 og 1765, sigur Lasse Klein.

Eingin ivi er um at tekningarnar í bókunum, sum eru sera góðar, gera bókarøðina serstaka og geva innihaldinum áhugaverda dám, sum vit sjálvandi í seinasta enda skulu lata lesaran og hyggjaran døma um tá bøkurnar koma út.

Forlagið Meklarin, er útgevari.