Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi samráðingar um greining av peningarenslinum

Fyri at repitera úr samgonguskjalinum, so skuldu samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Hesar samráðingar vóru í Keypmannahavn í januar – og endaðu úrslitaleysar. Danir vildu als ikki hoyra um at hækka veitingina við ætlaðu 150- 200 mió. Her vóru teir sostatt samdir við løgmann, sum herfyri boðaði frá dreymi sínum um, at ríkisveitingin væntandi fer at minka burtur í einki næstu 10 árini.

Meira spennandi eru tær samráðingar, sum standa fyri framman um greining av peningarenslinum. Um henda spurning stendur soleiðis at lesa í samgonguskjalinum: ... ” samráðingar vera við donsku stjórnina um eina greining av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark. Greiningin skal verða liðug 31. dec. 2012 ”.

Ein firtin løgmaður

Løgmaður gjørdist firtin, tá eg vágaði mær at bera tíðindini um formanssemjuna um ikki at fara til samráðingar aftur um at dagføra ríkisveitingina. At hinar báðir floksformenninir valdu at vera tað, sum Sosialurin nevnir ” atkvøðuneyt og snúðin ” var væntandi, men ikki serliga djarvt ella erligt. Men lat tað fara- samráðingin hevur verið og endaði úrslitaleyst, ella fyri aftur at endurgeva sama Sosial: ” løgmaður og Jørgin Niclasen fingu stólin fyri hurðina, tá teir hetta royndu seinast, og tað sama fáa teir aftur ”.

Ein uppgerð føringum til fyrimunar

Samráðingarnar um peningarenslið, sum Miðflokkurin við jøvnum millumbilum seinastu árini hevur roynt at fáa undirtøku fyri, skulu vera lidnar áðrenn ársskiftið. Í mong ár var tíverri lítil og eingin undirtøka fyri hesum, men til rós samgonguflokkanna skal sigast, at tá núverandi samgonguskjal varð tilevnað, var full semja um at fáa hesa uppgerð gjørda. Og skulu vit trúgva meira enn einum fyrrverrandi donskum forsætisráðharra, so fer hendan uppgerð at vísa eina greiða ogn Føroyum og føringum til góða!

Djarvir grønlendingar

Annars má sigast, at befríðandi er at frætta um hugburð grønlendinga, sum á mangan hátt er virðiligari enn okkara. Her hugsi eg m.a. um skilamannin, grønlendska løgmannin Kubik Kleist, sum minnir danskar politikkarar á, at í ríkinum eru trý lond og ikki bert hitt eina, ein veruleiki, sum danir ferð eftir ferð tykjast gloyma!

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins