Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi samstarv brýtur slóð

Spennandi samstarv brýtur slóð

Nú verður av álvara sett ferð á alternativa bygging í Føroyum. Samstarvið millum Eysturkommunu og Húsalánsgrunnin birtir vón hjá teimum, ið kunnu hava trupult við at fóta sær á vanliga bústaðarmarknaðinum. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum við ábyrgd fyri bústaðarmálum, fegnast um lutaíbúðarverkætlanina hjá Eysturkommunu og Húsalánsgrunninum.

-Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan. Við hesum samstarvsleisti verða dyrnar latnar upp hjá nógv fleiri fólkum at seta føtur undir egið borð. Persónliga fyllir tað nógv hjá mær, at lutaíbúðirnar verða bygdar brekvinarligar og harvið verður atkomuligheitin hjá øllum borgarum tryggjað. Bústaðarmarknaðurin skal vera inkluderandi og atkomuligur, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Í løtuni arbeiðir landsstýriskvinnan í almannamálum við at orða ein bústaðarpolitikk. Í tøttum samstarvi við Húsalánsgrunnin og kommunurnar vónar Annika Olsen, at tað fer at eydnast at fáa fleiri bústaðir til vega til millum annað okkara eldru, stakar uppihaldarar, fólk við serligum avbjóðingum og øðrum. Annika Olsen ásannar, at skulu vit fáa ein rúmligari bústaðarmarknað tvs. ein bústaðarmarknað fyri øll, krevur tað samstarv. Her ganga Eysturkommuna og Húsalánsgrunnurin undan.

-Eitt tætt samstarv millum kommunurnar, Húsalánsgrunnin og landsmyndugleikarnar er vegurin fram. Vit skulu øll búgva lið um lið, uttan mun til hvørjar fortreytir, hvør einstakur hevur. Eg vil fegin nýta høvi til at ynskja Eysturkommunu og Húsalánsgrunninum hjartaliga til lukku við spennandi samstarvinum. Vónandi er hetta bara eitt startskot til ein meira fjølbroyttan bústaðarmarknað í Føroyum, sigur Annika Olsen.

Samstarvið millum Eysturkommunu og Húsalánsgrunnin er tað fyrsta av sínum slagi, eftir at nýggja lutaíbúðarfelagslógin varð samtykt farna heyst, samstundis, sum tað eisini er fyrsta verkætlanin hjá Húsalánsgrunninum eftir víðkaðu heimildirnar.