Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pam Offshore

Spennandi virkisvitjanir mánadagin

Fyri framhaldandi at betra um tænastuna til vinnuborgarar í kommununi verður alsamt roynt at fáa tættari tilknýti til vinnuna, soleiðis at politikkarar og umsiting kenna umstøðurnar hjá vinnuni betur. Ein liður í hesum arbeiði er at vitja fyritøkurnar í Tórshavnar kommunu og seta seg inn í teirra gerandisdag og umstøður annars.

Inventartænastan hevur verið til í eini 25 ár, Jørgen Petersen keypti fyritøkuna í 1994 og í 1997 varð flutt í núverandi høli á Heygsvegi. Hølini eru fyri stuttum broytt og um- og útbygd, so tey nú umfata avbera stásiligt arbeiðsumhvørvi, eina stóra framsýning og stóra goymslu. Fyritøkan eigur eisini goymslubygning í Akranesgøtu. Inventartænastan er heildarveitari av innbúgvi og útgerð til skúlar, dagsstovnar, skrivstovur, frisørar, bilverkstøð og mong onnur. stóri fyrimunurin at samskifta við Inventartænastuna er, at umframt at tænastan er framúr góð, so er goymslan sera stór, so eingin bíðitíð er eftir tí mesta. Her eru 5 fólk í føstum starvi.

Tað eru nú 13 ár síðan SRI máling byrjaði við síðuna av Auto í Havn. Síðan hevur SRI havt handil bæði í Vágunum og í Norðoyggjum. Í dag er bara ein handil, á Rundingi í Álakeri í Havn. Stjórin Sri sigur, at øll koma til Havnar at keypa máling kortini, og tað hevur gingið avbera væl, síðan tey fluttu higar. Sri Máling er partaeigari í felagnum Málarin Spf, so her er full tænasta á málingaøkinum. 17 mans vóru til arbeiðis síðsta summar og nú í vetur eru 8. 

MEST eigur skipasmiðjuna í Havn, skipasmiðjuna á Skála og í Vestmanna og handil og virki í Runavík, umframt Pam Offshore Services. Tað er Pf. Krúnborg, sum eigur MEST. Stjóri er Mouritz Mohr, sum í dag vísti borgarstjóranum fyritakssemið í Havn. Høvuðsvirksemið er umvælingar. MEST hevur umleið 40 lærlingar, teir flestu eru smiðjulærlingar. Ongin sáttmáli um bygging av nøkrum skipi liggur á borðinum í løtuni. Upp til 30 pólendingar arbeiða á Mest sum sveisarar, tá tørvurin er størstur. Arbeiðið gongur annars væl, tey hava nógv at gera og av og á sær almenningurin onkur stórarbeiði sum eitt nú West Hercules.

Pam Offshore Felagið hevur til endamál at veita man-power tænastur til olju og gassídnaðin.
Virksemið fevnir um útleigan av fakfólki, so sum elektrikarar, sveisarar, instrumentrørleggjarar og verkfrøðingar, bæði On- & Offshore. Felagið, sum MEST eigur, hevur í løtuni umleið 140 føroyingar í arbeiði uttanlands, serliga í Noregi. Flestu av hesum eru elektrikkarar. Hevur ein relevanta útbúgving og hevur hug at royna seg uttanlands, so ber til at skráseta sítt CV á heimasíðuni hjá Pam Offshore, sum síðan setur seg í samband við viðkomandi, sum eitt hóskandi starv verður tøkt. Dagligur leiðari á Pam Offshore er Anja Jacobsen.

Bátatænastan á Rundingi í Álakeri selir sjálvandi bátar og veitir at kalla alla bátatænastu, men er kanska mest kent fyri Volvo Penta-motorarnar og skips- og bátaútgerð annars. Handil og goymsla er á tremur við útgerð, eykalutum og amboðum. Tað nýggjasta er ein sleipari og ein vognur til upptøku av bátum til vaskipláss, sum er ávegis í Álakeri. Fyritøkan veitir eisini tænastur til Strandferðsluna og heldur flestu ljósmotorarnar koyrandi, tá SEV ikki røkkur til. Birgir Johannesen er stjóri á Bátatænastuni.