Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spírandi sosialar rósur fingu asosiala ókrútið í herna móti reyða litinum

Javnaðarflokkurin varð stovnaður í 1928 og fekk 2 mans á ting í 1932. Longu í 1936 fekk flokkurin 4 tingfólk – ein tvífalding - umleið 15% av atkvøðunum, so tey asosialu fingu sær ein hvøkk, tí við slíkum risafetum fóru teir skjótt at fáa harða mótstøðu. Og í 30-unum vóru sera ringar tíðir, so fólkið longdist eftir sosialum undangongumonnum, ið bæði kundu og vildu koma við miskunnsomum loysnum, og tey vistu, at einans tey sosialu bæði vóru før fyri og hartil eisini. vildu skapa gevandi loysnir, um tey fingu makt, sum tey høvdu agt.

Tey asosialu vóru savnaði í Vinnuflokkinum, men tey fingu eitt sjokk, tá tey sosialu - við stórari ferð - tóku seg inn á politiska pallin. Hetta mátti forðast við øllum – bæði tonkiligum og ótonkiligum - snildum.

Vinnuflokkurin var og hevði verið eitt alt ov avdúkandi navn, flokkurin fyri vinnuna, so navnið varð broytt til fólkaflokkurin, flokkurin fyri fólkið, og hvat gjørdi so tað, at hetta var ein loddrætt lygn, tí sum danir taka til: Folket vil bedrages ............ Kjarnin í asosiala flokkinum varð sett saman av m. ø. stórbøndrum, heilsølumonnum og keypmonnum, reiðarum og annars av ríkmonnum sum heild.

Fremsta málið var at steðga teimum sosialu, ið vóru farnir úr ongum, i tveir og síðani í fýra tingmenn. Hvat við, um teir fóru úr fýra í átta við næsta val og síðani í 16 – einsamallur meirilutan ? Nakrir ristist og pipraðist, meðan aðrir mistu svønin. Hetta var í 1940, tá nazistarnir gingu sigursgongd á Meginlandinum, so nakrir av teimum asosialu-, ið føldu politisk familjubond tann vegin, strektu armin og róptu heil, meðan teir marsjeraðu í gøtunum og við larmi og brølum forstýraðu og m.a. avbrutu politiskar fundir hjá hinum.

Hesu seinnu árini - hava teir sagt seg verja jødarnar, tí teir - sum teir hava fyri vana - av buisnessorsøkum - altíð láta sum um, teir fylgja fjøldini í heimliga rákinum. So tað snúi ella snýr seg als ikki um jødarnir, men um teir sjálvar. Atkvøður og image. Jødaalskur kann geva atkvøður og tign á røttum stað, sum so aftur gevur rætta image-ið og opnar annars læstar dyr. Opportunisma.

Sjálvandi skulu vit verja fólk, ið verða og hava verið forfylgd m.a. palæstinar, men í hesum førinum hevur fólkaflokspípan eitt annað og drepandi ljóð, ið minnir um forfylging, og tað sum verri er. Tað kemur also ann upp á, hvør tað er, ið verður forfylgdur. Hvat við teimum, sum stavnamaðurin hevur forfylgt kring knøttin m.a. í Suðurafrika og Suðuramerika. Kanska áttu tey at fingið stuðul og vístan solidaritet fyri órættin teimum hevur verið fyri? Men tað gevur ongar fólkafloksatkvøður, so tað verður av ongum. So tað mugu tey sjálvi um. Ikki satt Óli?

Hyggið eisini at Óla og Mandela. Fyrst var Mandela Fanin, og alt tað ónda, sum Fanin stóð fyri, hann og hansara viðhaldsfólk skuldi knúsast og myrðast, men nú hann er deyður, verður hann mettur sum eitt stórmenni, ið verður hevjaður til skýggja. Ja. Hví so? Jú, tí nú er Mandela vorðin ein alheims stjørna, ein hetja og eitt ikon. Meðan Óli er sami Fani, sum hann altíð hevur verið. Nú loyvir hann sær at skriva rósandi orð um Mandela í føroyskum miðlum, tí soleiðis – heldur hann -kann hann smyrja eitt sindur av Mandela-smyrsli upp á seg í vón um, at fólk skulu villleiðast av Mandela-roykinum, og soleiðis at hin rotni haturslukturin fer undir heilt.

Men enn eru vit nøkur – og vónandi verða vit fleiri -, ið ikki lata okkum lumpa av óndskapsins snildum Heldur ikki vangamyndum við kvøldbønum, ella sjónvarps-útsend møtir í Ebenezar- har hann kann vísa og vísir seg fram fyri Føroya fólki, eru ikki annað enn ein privatur liður í hansara persónliga dagliga stríði fyri at kunnað traðka fram sum ein rættvísistænari, av tí slagnum, ið skrivað verður um í 2. Kor. 11, 13 -15 har m.a. stendur, at sjálvur Sátan tók á seg mynd sum ein ljósins eingil. (Og víðari)::Tað er tí ikki nakað stórt, um eisini tænarar hansara (Sátans) taka á seg mynd sum rættvísistænarar, men endalykt teirra skal verða eftir verkum . So vita vit tað.

Tey asosialu høvdu og hava sum høvuðsuppgávu at steðga øllum, sum bert ber bráð av sosialum tiltøkum fjøldini at frama. Tey settu og seta hógvarnir bæði fast og djúpt í politiska svørðin, og so halda tey aftur øllum tí, ið gagnar vanliga fólkinum. Og soleiðis hava tey staðiðí í skjótt 75 ár, og soleiðis standa tey framvegis. Hava einans boygt seg, tá einki annað hevur verið til ráð at taka.

Føroyingar áttu 18 mill. pund í Onglandi eftir kríggið. Í dag hevði tað kanska svara til milliardir. Pengarnir vóru søplaðir burtur til m.a. enskar rustikustar, sum onglendingar høvdu kasserað til fyrimunar fyri nýggjar trolarar. Og nakað av tí, ið ikki bleiv brúkt til óbrúkilig fiskifør, endaði í Sjóvinnubankanum, sum vegna grova vanstýring fór á heysin. Og mong mistu alla uppsparingina Stjórin fyri Sjóvinnubankan var eisini formaður fólkaflokksins. Hann fekk harðan fongsilsdóm fyri sera unfatandi óreglusemi.

Og Føroyar – stýrt ella kanska vanstýrt – var aftur á falittens rand. Fiskimenn máttu í stríðum streymum søkja sær av landinum einamest til Íslands fyri at skaffa sær arbeiði og sær sjálvum, konuni og børnunum neyðuga livibreyðið., Onnur leitaðu sær í onnur lond, flest til Danmarkar.

Men flokkur teirra asosialu verður enn sum áður kallaður f ó l k a flokkurin. Mann nakar trúgva upp á tað, ella verður tað tikið sum ein joke. The peopels Party. Jesus Christ.

8 døpur ár við m.a. teimum asosialu við róðrið (1950 – 1958). Tey verða seint gloymd.

Í 1958 fóru javnaðarfl., sambandsfl. og sjálvstýrisfl. í samgongu. - Ein nýggj kós við m.a. fólkapensión og endurnýggjan av skipaflotanum og etablering av einum 60 mill. grunni, sum ikki kom upp á pláss fyrrenn samgongan varð avloyst av eini. sokallaðari sjálvstýrissamgongu. Men við áðurnevndu og umrøddu samgongu kom luft aftur undir veingirnar, og fólk smíltist og vinkaðu aftur til hvønn annan upp á góða gamla mátan. Okið varð tikið av herðunum. Nu var aftur gaman at liva.

Síðani hevur gingið upp og niður. Ja, til tíðir so langt niður, at onkur sigst hava sæð neistarokið, men við felags og sosialum stevi, stuðuli og hørðum arbeiði, sum okkara virkna fólk hava útinnt bæði á landi og á sjógvi, so hava vit fóta okkum aftur ferð eftir ferð. Fólkafl. hevur hvørja ferð sett seg á ryggin á tí arbeiðandi fjøldini og sogið størstu virðini til seg og síni.

Og nú tollmálið enn einaferð er á skránni er kanska vert at minnast aftur á ta stolnu flakamaskinuna, sum merkini vórðu tikin av, so hon ikki skuldi kunna kennast aftur, men sum var funnin. Hvussu spældi hetta tjóvaríið av? - Og hvussu endaði tað við svindlinum við stóra fiskivinnustuðlinum til eina fiskagoymslu, ið søgd var at vera á tremur av fiski, men sum við nærri kanning vísti seg at vera tóm – ikki so frætt sum ein einasti stertur? Reint snýt og bedrag fyri allar pengarnar. Og hvussu endaði so tann søgan? Sannir álitismenn. Hvussu skal skilið vera, tá tríggir formenn innan fyri hálvthundrað ár fremja alvorligan fíggjarligan kriminalitet? Og hvør skal hava álit á tílikum garpum?

Men nú kann tað vera well.. Tey asosialu mugu niður av ryggunum á verkafjøldini og til verka sum øll onnur. Asosiala nassaratíðin eigur at vera av forever.

Allir hinir flokkarnir – ella teir allarflestu - eiga at semjast um, at senda fólkaflokkin á eina langa oyðimarkarferð í vónini um, at hann verður noyddur at skifta tað asosialu kósina út og gerast meira sosialur. Hetta er neyðugt, um hann nakrantíð aftur skal kunna gera sær nakra vón um at koma í samgongu aftur.

Nú er bæði nokk kúgað og nokk sogið, og tað bæði á legalan og illegalan hátt . Nú má rættvísi og reinlyndi aftur í hásætið.

Dagfinnur Danbjørg.