Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spírin og íverksetarin av vindorku útilokaður

Í áratíggjur hevur SEV roynt at kvalt allari nýhugsan, tá tað snyr um vindorku. Samstundis sum okkara streymharðu firðir høvdu verið ein sonn gullgruba, til at útvinna so nógvan streym, at tað nærum ikki var neyðugt við kostnaðarmiklum oljuverkum, so hevur SEV kann ein gott siga, ikki lætt hond frá síðu hesum viðvíkjandi.Og vóru tað ikki menn við hugsjónum og dirvi, so hevði ikki ein tann einasta vindmylla staðið í nakrari oyggj í dag. Fyri umleið 10 árum síðan tók vestminingurin Jóhan í Niðristovu sakina í egnar hendur, í strembanini at seta skjøtil á eina burðardygga vindorkuætlan, hetta meðan okkara monopolrisi SEV framvegis lá í fasta svøvni, hvat viðvíkti alternativari vindorku. Sjálvur hevði Jóhan afturat síni útbúgving sum flogskipari, eisini nomið sær kunnleika innan alternativa orku.

Visionerur viljasterkur, og við áræði um, at hann við sínum førleika og vitan var greiður yvur at Føroyar frá natúrunar hond, var kanska tað besta stað í heimi, til bílliga burðardygga vindorku, og so varð farið til verka. Í staðin fyri SEV, sum bara kundi senda rokningina út til brúkarin, ( júst sum teir hava gjørt hesa ferð ) so tók felagi Røkt sum Jóhan hevði stovna, allan fíggjarligan váða í samband við hesa verkætlan Og tað sigur ikki so lítið um mannin sum kveikjara og íverksetara, hóast mær vitandi so hevur hann hóast hetta bragdi ikki verið kosin ársins íverksetari, nakað sum ein undrast yvur.

Táverandi stjóri í SEV var greiður yvur, at SEV hevði sovið í tímanum, og tískil vóru allar snildir brúktar til tess at steðga felagnum Røkt í føðingini. Ímillun annað gjørdi táverandi SEV stjóri vart við, at netið hja SEV als ikki toldi, at streymur frá vindmyllum var koyrdur inn á netið hjá SEV. Og fyri ti um onkur " leyp á bláman " so ætlaði hann ikki at leypa aftaná. Men hann undirmetti sjálvsagt, bæði stovnarin og íverksetarin av Røkt, sum langt frammanundan tað, sá teir veldugu møguleikar vindorkan kom at hava fyri føroyska samfelagið.

At Felagi Røkt sum nú er dótturfelag hjá Vindrøkt av sínum eintingum tók á seg ein stóran fíggjarliga váða, og at stjórin í felagnum var álitismaður, sum visti hvat hann fór í holt við, hevði helst ein avgerðandi leiklut , tá sitandi landsstyrismaðurin í orkumálum Eyðun Eltør skar í gjøgnum, og gav Røkt loyvi til hesa verkætlan.

Tað eru umleið 10 ár síðan, at Røkt við loyvi frá landsstyrismanninum í orkumálum, setti upp 3 vindmyllur á tí sum stovnarin metti var eitt hóskandi stað, omanvert Vestmanna. Sum ein hevur skilt, so hava tær rigga væl, eins og hava givið sítt íkast, og verði veruligi spírin og kveikarin til, at leiðslan í SEV er við at vakna við kaldan dreym.

Einasta verkætlan í SEV hevur havt hesi 10 árini innan vindorku er eitt kopi projekt av Vindrøkt uppá 3 vindmyllur í Nes haga, sum ikki er hepnast serliga væl. Og eitt sokalla samarbeiði við Vindrøkt, hevur helst bert verið kávalótir frá SEV til tess,at styrkja sína monopolstøðu innan streymorku. soleiðis at eingin annar veitari skuldi fáa fótin fyri seg.

Tí nú bráddliga, helst aftaná at hava arbeitt uppá verkætlanina í áravís, tveita teir hesa risa verkætlan inn til landsins mynduleikar, væl vitandi um, at ein annar veitari bert hevur 60 dagar freist til at geva boð uppá verkætlanina. Av 5 feløgum ið ætlaðu sær, at vera við í kappingini um alternativu orku, er nú bert tað eina, nevnliga Vindrøkt eftir.

Men fyrst tryggjaði SEV seg, við at fara út til kommununar (brúkarin) við áheitan um, at steymprísurin verður hækkaður vi 5 oyrum. Aftaná tað leggur SEV sum fyrr sagt eina risa verkætlan fyri landsstyri,sum teir sjálvir hava arbeitt uppá í áravís. Hvat nú um SEV hevði somu treytir sum Vindrøkt, nevnliga 60 dagar til at projektera eitt risaprojekt, og harafturat fáa íleggjarar, og alt annað uppá pláss innan nevnda tíðarskeið. Rokni ikki við, at SEV havði havt ein livandi kjans,og hvørjar fyritreytir hevur SEV fram um Vindrøkt, sum sigur, at tað samfelagsliga er meira gagnligt, um SEV skal fáa verkætlanina.

Jóhan í Niðristovu sigur í Dimmalætting 25.01.13 . Citat. Okkara verkætlan er samansett av føroyskum eigarum burtur av, og við at geva okkum loyvi, hevði SEV framvegis minka um oljunýtsluna við 10.000 tonsun, og felagsskapurin hevði kunna selt streymin fyri 130 kilowattíman. Tað vil siga við einum avlopi uppá 92,5 oyru. Men uttan at taka nakran váða yvurhøvur. So eg veit ikki hví teirra ætlan, sum er saman við einum útlendskum íleggjara, samfelagsliga er meira gagnlig. citat enda. Samstundis sum SEV ikki hevur kunnað framleitt ein kwt. prís í Neshaganum fyri minni enn 40 oyru, so er teirra tilboði uppá hesa verkætlan sera sera ivasamt, eins og tað verður føroyski brúkarin sum so ella so, sum kemur at gjalda, um tilboðið hjá SEV ikki er realistiskt.

Tí eiga landsins mynduleikar, at taka við tilboðnum frá Vindrøkt. Hetta felagi hevur royndirnar, eins og felagi við íleggjarum úr Føroyum tekur váðan av hesi verkætlan. Hinvegin, um monopolfyritøkan SEV verður tikin framum Vindrøkt, so koma teir ella tey sumhava visiónir og sum arbeiða privat við sjóarfallsorku á føroysku firðunum, at missa sínar íleggjarir. Hetta kemur at hava við sær, at líka soleingi sum SEV hevur sovið omaná vindorkuni, líkaleingi verður tað til, at vit koma at gagnnýta tað veldugu orku, ið kann fáast úr tí stabilu sjóarfallsorku runt Føroya land.

Frank Davidsen