Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spískamarið í Vágunum

Í heyst vendir ”Spískamarið” aftur á skíggjan hjá Kringvarpinum við 6 spildurnýggjum matsendingum. Vertur og kokkur, Gutti Winther, hevur vitjað seks nýggjar oyggjar og gleðir seg at vísa føroya fólki allar tær framúr góðu rávørurnar, sum okkara klettar hava at bjóða:Hóskvøldið eftir Dag & Viku.

Saman við Gutta uppliva vit umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur, samstundis sum Gutti gevur hyggjaranum nýggjan íblástur, hvussu man einfalt kann fáa nakað øðrvísi burtur úr føroyskum mati. Matur, fólk og náttura – tað er sonn matgleði, tað er Spískamarið, vælkomin!

Hesaferð gongur leiðin til Vágar, har Gutti fer á øðuveiðu saman við Birgiri Enni á Norðlýsinum. Eisini upplivir Gutti eitt satt ørgrynni av grønmeti og urtum á síni ferð á súkklu tvørturum Vágar. Eitt nú eitt serstakt ískoyti til alheims matmentanina, ið ein miðvingur hevur uppfunnið. Ævintýrið endar úti í Bø við matgerð og frálíkum gestum.