Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SPJAÐING á TJÓÐSKAPARVEINGINUM !

Soleiðis sigur "totalt uttanveldaði" politiski serfrøðingurin, Eirikur Lindenskov í KVF!

Og Eirikur hevur heilt rætt!

Edmundur og Sjúrður gotta sær. Geva bøkur út, kanska eitt nýtt Pipar & Salt show í saltsiloini á Drelnesi áðrenn komandi val til eitt danskt Ting!

Og so hækkar pensjón teirra frá danska statinum munandi!

Nú er tað hent, at Zakarias Wang hevur stilla upp, sum fyrsti listi í tjóðskarrørsluni.

Nú er tað so at tjóðskaparumboð í Fólktingi ikki kenna seg heilt álvulig tá í tey skullu svørja Grundlógini Donsku trygdareið. Tað gjørdi Torstein Petersen ongantíð.

Tí man vera frægast at hesu ferð stilla tjóðskaparflokkarnir ikki upp til fólkatingsvalið. Sjálvstýrisflokkurin hevur víst leiðina!

Latið okkum royna eitt virkandi alternativ til naggatódnina!

Hanus Vang