Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Springari er ikki føroyskur gerandismatur

Fyrr í vikuni vórðu 200 springarar hildnir til í Hvalvík, og nógv kjak hevur tikið seg upp um hettar.

Eg havi lagt til merkis, at nógv argumentera við, hvørt tað er gomul siðvenja ella ikki at drepa springarar og eta springaratvøst.

Tað haldi eg ikki, at tað er, men tað hevur sum so onki við sakina at gera.

Vit tilskila okkum ikki rætt at drepa grind, tí tað er gomul siðvenja, men tí at grind og spik altíð hevur verið og enn er ein týðandi partur av okkara føðslugrundarlagi, og tí vit tilskila okkum rætt til at gagnnýta alt tilfeingið í okkara havøki, bara tað verður gjørt burðardygt og við atliti til djóravælferðina.

Neyvt sum tá danir eta grís. Teir gera tað ikki fyri at halda gamla siðvenju og matmentan í hevd, men tí teir eru svangir og dáma fleskasteik og medistara.

Við springarum er øðrvísi, haldi eg. Í fyrsta lagi, tí tað tykist ikki, sum nakar reiðiliga veit, hvussu stovnurin er fyri - tann óvissan eigur einsamøll at gera, at vit ikki drepa springarar, fyrr enn vit hava fulla vissu fyri, at stovnurin er væl fyri. Og í øðrum lagi, tí springaratvøst ikki er og ongantíð hevur verið ein týðandi partur av føðslugrundarlagnum hjá føroyingum. Sjálvur eri eg ongantíð í lívinum boðin til borðs at eta springaratvøst og havi ongantíð smakkað tað, so føroyskur gerandiskostur er tað ikki.

Hvussu vit bera okkum at mótvegis Sea Shepherd og neiligari útlendskari lobbbyismu annars, tað er ein heilt annar spurningur. Tann herðferðin rínir bara við meg, um hon dokumenterar, at vit gera okkum inn á hóttar djórastovnar, ella at vit ikki hava virðing fyri djóravælferðini.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum