Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sprotin

Í fleiri áratíggjur keypti tað almenna uttan nakað mótmæli upp til fleiri flokssett av Gyldendals Reyðu Orðabókum til allar fólkaskúlar, til allar miðnámsskúlar og til allar hægri útbúgvingar. Tær donsku orðabøkurnar vórðu sæddar sum neyðugt undirvísingartilfar, og vóru tær tí raðfestar frammalaga. Ongin var tá, sum veitti hesa tænastu á føroyskum, so har var onki at fara eftir.

Men nú, tá ið føroyskt forlag veitir hesa tænastu, bara sum netorðabók, so eru, Gud hjálpi tú mær, kreftir frammi, sum vilja steðga hesum og sum enntá tosa niðrandi um Sprotan. 

Forlagið hevur hóast alt megnað at ment eina netorðabókaskipan, sum týðir føroyskt til og úr enskum, donskum, sponskum, týskum, russiskum og italienskum. Eina skipan, sum føroyskir skúlanæmingar fáa alstóra gleði av, og sum almenningurin er fegin um. 

Ein grundgeving ímóti, almennum Sprota-haldi hjá næmingunum, er, at haldið er so bíligt, og tí verður hildið, at næmingarnir sjálvir kunnu rinda tað, tað kostar. Og jú, tey flestu, um ikki øll, megna hasar 25 krónurnar um mánaðin.

Men hetta átti tó heldur at verið ein spurningur um, hvat tað almenna skal fíggja, og hvat tað privata skal fíggja. 

Skúlaverkið hevur, alt tað eg veit um, fingið orðabøkur frá tí almenna. Skilji ikki ordiliga, hví hetta skal broytast bara tí tær eru digitalar (og føroyskar?).

Samgongan hevur valt at gera Sprota-haldið til eitt býtisbarn millum land og kommunu. Gamaní er undirvísingartilfar kommunumál, men tað var hóast alt landið, sum byrjaði hesa tænastu til allar skúlanæmingar fyri árum síðani.

Hesa tænastu hava skúlarnir so við tíðini vant seg við, og undirvísingin hevur tí m.a verið laga eftir tí, at næmingarnir hava havt netorðabókahald.  

Men nú heldur Mentamálaráðharrin og samgongan so ikki, at hendan tænastan, sum tað alemma hevur veitt øllum skúlanæmingum í fleiri ár, skal verða teirra uppgáva meir. Minnir ikki sørt um ommuna, sum byrjaði og keypti merkjaklæði til ommudóttrina í fleiri ár, til hon so knappliga sigur við foreldrini, at nú skulu tit fíggja hasi klæðini, tí tað eru altso foreldrini, sum hava ábyrgd av børnunum. 

At landið/Mentamálaráðið byrjaði hesa tænastu er rós uppiborið, og í heila tikið eigur Mentamálaráðið og tað almenna rós uppiborið fyri at vilja ein málpolitikk, sum er til stórt gagn fyri tað føroyska málið. Tað áliggur tó eisini tí almenna at halda fram við tilboðnum til onnur loysn er funnin. 

Samgongan hevur ikki dugað at handfarið hetta málið nøktandi. Tí eru flestu næmingar uttan netorðabókahald í dag.

Samgongan átti heldur, at fegnast um tilboðið, sum tað almenna hevur raðfest í fleiri ár; og latið hesa raðfestingina verið har hon var, til onnur eins góð loysn var funnin, - um tað endiliga skal broytast.

Annita á Fríðriksmørk