Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spunasmiðir og heilaspuni

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Politiskir spunasmiðir hava góðar dagar nú. Alt møguligt verður sent í umfar um hvønn annan. Eini leysatíðindi, eg havi hoyrt úr havnargøtum, eru, at Listi E, Tjóðveldi, skal hava sligið hondina av Lista C. Javnaðarflokkinum, tí hann heldur vil hava A, Fólkaflokkin. 

So er ikki. Listi E sigur nettup, at ein sterkur Listi E í býráðnum er besti garantur fyri, at tann ódámligi landspolitikkurin hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ikki sleppur fram at ræðinum á Vaglinum.

Vit hava í átta ár havt eitt fruktagott samstarv við Lista C, og vit báðir flokkarnir eru farnir til val upp á somu avrik og somu ætlanir, so her er als ongin kurðil á tráðnum. Veljarakanningar benda eisini á, at politikkur samgongunnar hevur breiða undirtøka millum manna.

Tí vildi tað verið løgið, at samgongan ikki helt fram. Hesin spurningur kann tó ikki gerast ítøkiliga upp, fyrrenn sjálvt valúrslitið fyriliggur týskvøldið 13. november 2012.

Í meðan leggja vit okkum eftir at tryggja okkum so góða veljaraundirtøku sum til ber. Seinastu valini hava vit fingið fýra umboð. Tað stevna vit eisini eftir hesaferð - í minsta lagi!

Gott val øll somul. X við E. Jógvan Arge.

---