Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spyr.fo og Krabbameinsfelagið halda fram við samstarvinum á triðja ári

Higartil hava gott 5000 føroyingar meldað seg til spyr.fo, og svarað til samans 50 túsund ferðir upp á spurnakanningar og soleiðis útvegað Krabbameinsfelagnum umleið 200 túsund krónur í stuðli

Spyr.fo er ein spurnatænasta, sum ger skjótar spurnakanningar millum føroyingar á fartelefonini. Fyri hvønn luttakara letur tann, sum ger kanningina, 4 krónur til Krabbameinsfelagið. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá 400 fólk svara hvørji kanning, verður hetta skjótt til ein munandi stuðul til Krabbameinsfelagið.

 

"Í Krabbameinsfelagnum eru vit sera fegin um samstarvið og peningaliga stuðulin og vit heita tí á enn fleiri føroyingar at taka undir við hesum møguleika og skráseta seg á spyr.fo," sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. 

 

Tað einasta sum krevst fyri at vera við er, at tú ert eldri enn 18 ár, hevur eina snildfon (fartelefon við interneti) og skrásetur teg á spyr.fo. Tá ið tú hevur skrásett teg, fært tú av og á eini sms-boð við skjótum spurnakanningum, sum verða svaraðar beinleiðis á fartelefonini. Tað kunnu eitt nú vera veljarakanningar, brúkarakanningar, meiningakanningar, fjølmiðlakanningar o.a.

 

"Eisini heita vit á tey, sum longu hava skrásett seg, at svara so ofta sum til ber, tá ið tey verða spurd og á tann hátt vera við til at stuðla stríðnum móti krabba”, sigur Durita Tausen.

 

Her fyri gjørdu Krabbameinsfelagið og Spyr.fo eina spurnarkanning um føroyingar og stuðul til vælgerandi endamál. Kanningin vísti millum annað, at 78% av føroyingum stuðla hjálparfelagsskapum, 56% stuðla sjúklingafeløgum, at kvinnur stuðla oftari enn menn, meðan menn lata størri upphæddir enn kvinnur. 

 

Les meira um kanningina her