Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Staðfesting av samstarvs- og samanleggingareindini Streymoy

 Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum, hevur boðað Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunum frá, at hon hevur tikið til eftirtektar tær fráboðanir, sum Vestmanna og Kvívíkar kommunur hvør í sínum lagi hava sent Innlendismálaráðnum. 

Tá báðar kommunur hava valt somu eind, verður staðfest, at eind 5 (t.e. Streymoy) í § 2, stk. 1 í lóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur er: Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur, og verður hetta eindin, ið hesar tríggjar kommunurnar skulu halda seg innanfyri í sambandi við sjálvbodnar samanleggingar ella kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.

<!--[if !supportLineBreakNewLine]-->§ 2, stk. 2, í nevndu lóg ásetur, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eindini 3 ( t.e. Sundalagið), 4 (t.e. Streymoy) ella 5 (t.e. Vágar).

23. januar 2008 boðaði Vestmanna kommuna frá, at hon ynskti at gerast partur av samstarvseindini Streymoy, og 27. juni 2011 boðaði Kvívíkar kommuna frá, at hon ynskti at leggja saman við Tórshavnar kommunu.