Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Standa saman, rógva í takt og lyfta í felag

Formansrøðan 2013

Tá er framtíð floksins bjørt og vit megna at møta teimum ovurstóru uppgávum og avbjóðingum, sum liggja fyri framman.

Gott sjálvstýrisfólk,

Hugaligt, at Sjálvstýrisflokkurin í ár kann halda landsfundin her í fiskivinnuhøvuðstaðnum Klaksvík, nú tveir sjálvstýrismenn eru við til at mynda leiðsluna í býráðnum, har annar er borgarstjóri. Tit hava hetta farna árið havt viðrák, og regluliga eru positivar fráboðanir komnar um virksemi í og út frá býnum, bæði á vinnuøkinum og mentanarliga partinum.

Ivasemið var stórt, tá støða skuldi takast til, um Sjálvstýrisflokkurin skuldi gerast partur av ABDH samgonguni. Politikkur er at hava ávirkan, og skal ein hava ávirkan er stundum neyðugt at svølgja kamelar fyri at fáa kabalina at ganga upp, tá sjónarmiðini hjá 4 ymiskum flokkum skulu samansjóðast í eina felags kós.

Nógv viðurskifti eru broytt, síðan vit seinast høvdu landsfund, tí vit ikki longur eru partur av samgonguni. Orsøkina kenna øll, tí tíðindi um Eysturoyartunnilin hava dagliga fylt fjølmiðlarnar seinasta hálva árið. Fari tí at byrja við stutt at greiða frá hesum máli.

Landstýrismaðurin var bundin av vilja løgtingsins sum hevur avgjørt, fyrst við uppskotið til samtyktar 2007, síðan í lógaruppskoti 2010 og aftur staðfest í 2011, at ein Eysturoyartunnil skuldi bjóðast út til privatar at gera og reka. Peningur, seks milliónir, varð avsettur á fíggjarlóg í 2013 til at fyrireika og gera avtalu um at fremja verkætlanina. Seks milliónir vórðu eisini ætlaðar til verkætlanina 2014.

Samráðingarnar gingu betur enn væntað og fáur hevði roknað við, at tað skuldi eydnast so skjótt at koma undir land, at fáa avtalu við eitt felag, sum vildi fíggja, fremja og reka størstu verkætlan, í Føroya søgu. Privata felagið sum átti hugskotið til undirsjóvartunnilin hevði jú stríðst í áravís, og mátti at enda geva skarvin yvir, tí at teir ikki fingu fígging.

Landstýrismaðurin hevði heimild at gera avtaluna, og ætlanin var sjálvsagt at brúka hesa heimild, tí bleiv tíðindaskriv bleiv sent út miðan apríl har fráboðað var, at ætlanin var at koma á mál áðrenn jóansøku.

Tað vóru bert smálutir eftir at fáa upp á pláss, tá 3 samgongutinglimir ryktu teppið undan samgonguni. Løgmaður støðgaði ætlaðu undirskrivingini av sáttmála við privata felagið CIP og kravdi, at verkætlanin enn einaferð skuldi leggjast fyri Løgtingið. Við hesari avgerð, læt løgmaður seg í føraratroyggjuna. Landstýrismaðurin í IMR við fylgi mátti aftur til samráðingarborðið, ið sum kunnugt endaði við einari prosessavtalu og rokmikla ískoytis lógaruppskotinum. Tað bleiv sent samstarvsflokkunum til hoyringar og seinni lagt fyri Løgtingið. Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum og nevndarviðgerðin í Rættarnevndini staðfestu, at neyvan varð meiriluti fyri uppskotinum frá landstýrinum. Tí tók løgmaður stig til at seta “serfrøðingabólk” við umboðum fyri IMR, løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið saman við LV at koma við einum tilmæli, hvussu málið kundi finna eina loysn. Teirra tilmæli er, at fremja verkætlanina sum alment partafelag, ella a/p projekt. 5. september bleiv eg uppringdur av løgmanni, at koma oman á skrivstovu hansara beinan vegin. Har fekk eg greitt at vita, at løgmaður onki hevði at finnast at viðvíkjandi mínari embætisførslu, men at dagliga órógvin av tunnilsmálinum skaðaði samgonguna, og at hann av hesi orsøk sá seg noyddan til at loysa meg úr starvi. Nakrar dagar seinni varð IMR upployst og uppgávurnar býttar út á hini landstýrisfólkini.

Á fundi á Glyvrum 9. september, tók leiðsla Sjálvstýrisfloksins avgerð um at siga upp samgongusamstarvið við Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Løgmaður bað um eina viku til 14 dagar til at finna eina loysn á tunnilsmálinum.

Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er ongin loysn funnin. Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyli, tí talan er um at fremja tvær ovurstórar verkætlanir. Løgtingið hevur greitt sagt, at skal verkætlanin Eysturoyartunnil fremjast, verður tað sum ein privat íløga, har íleggjarin ber kostna og vága. Hin íløgan, Sandoyartunnilin, sum nú er dýrkað úr 600 mió til 860 mió, skal gerast og fíggjast alment. Verða báðar hesar verkætlaninar framdar sum almennar íløgur, kemur landskassin at hefta fyri meira enn tveimum mia. Løgtingsformaðurin hevur sum skilst longt tíðina hjá Rættarnevndini til at viðgerða øll uppskotini um undirsjóvartunlar einaferð afturat. Tilboðið frá CIP er galdandi til 31 desember; tá teir endaliga eru úti úr myndini, er vandin stórur fyri at onki hendir.

Fiskivinnureformur. Landstýrismaðurin i fiskivinnumálum hevur talað fyri at finna eina breiða politiska semju um ein fiskivinnureform. Ein bólkur umboðandi allar politisku flokkarnar saman við umsitingini og fagkunnleikanum í Fiskimálastýrinum, arbeiddi við at finna fram til eina nýggja skipan, sum skuldi verða galdandi eftir 2018, tá verandi skipan gongur út. Hetta arbeiði hevur ligið stilt leingi, og ongi fundarboð eru komin til umboðini úr andstøðuni. Sum skilst hevur verið sera trupult at funnið semju í samgonguni, og seinastu fráboðaninar eru, at samgongan má fyrst finna síni egnu bein at standa á, áðrenn andstøðan verður boðsend. Hesin boðskapur kann neyvan skiljast á annan hátt, enn at trupult verður hjá andstøðuni at fáa ávirkan, ella sett síni fingramerki á framtíðar fiskivinnupolitikkin.

Hóast vit eru fáment, so prógvar søgan, at tá tjóðin stendur saman, megna vit at fáa góð úrslit. Tað er at fegnast um, at politiska skipanin hevur staðið saman um at stuðla landstýrismanninum at tilluta Føroyum hægri makrel- og sildakvotu. Í ár hava vit prógvað, at vit eisini megna at fiska kvotuna í egnum sjógvi. Hóast havnastongsul og hóttanir frá Noreg og EU um meira víðfevnd tiltøk, hava vit megnað at staðið móti trýstinum. ICES serfrøðin hevur fráboðað, at teir endurskoða sítt tilmæli um mest loyvda veiði av makreli, og tíðliga komandi ár verður teirra tilmæli møguliga hækkað. Okkara samráðingarfólk meta, at glottar eru at hóma fyri framman í makrelsamráðingunum.

Orðatakið sigur, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Stongsulin av norskum havnum fyri landing av makreli frá føroyskum skipum hevur gjørt, at vit seinasta ári hava útbygt frystiorkuna á landi munandi. Nú eru møguleikar fyri at goyma stórar nøgdir av rávøru, sum kundu verði góðskaðar á teimum fiskavirkjum kring landið, sum mangla rávøru. Skal hesum virkjum og arbeiðsplássum verða lív laga, má okkurt alternativ finnast, tí vanliga botnfiskaveiðan er munandi minkað, og onki røkist fyri, at nøgdirnar av ráðvøru fara at økjast í bræði.

Talið av skipum og fiskimonnum í heimaflotanum er minkað munandi, og bólkur 4 og 5 er nærum dottin niðurfyri. Tað verður ein stór avbjóðing hjá skipunum at fáa lønandi rakstur, partrolararnir hava havt hall fleiri fylgjandi ár og flestu línuskipini, sum hava ein meðalaldur omanfyri 40 ár hava somuleiðis órentablan rakstur.

Miðsavnan ella miðspjaðing er ein viðkomandi spurningur, sum eigur at takast í álvara. Skulu vit sum samfelag ásanna, at tað ikki ber til at lívbjarga sær á útoyggj vetrarhálvuna ? Við verandi gongd er trupult at ímynda sær, hvussu lív skal verða lagað, hjá fleiri av okkara útoyggjum, tí meðalaldurin er høgur og børn og ungdómur manglar. Útoyggjafelagið hevur støðugt roynt at at vísa á avbjóðingarnar, seinast á útoyggjastevnuni úti í Fugloy. Lítla land okkara verður fátækari, tá tey seinastu búfólkini flyta og sløkkja ljósið. Her liggur ein avbjóðing hjá politisku skipanini. Fyrsta treytin fyri trivna er, at atkomuviðurskifti og ferðasambandið eru í lagi, harnæst skal eisini verða lívsgrundarlag hjá búfólkunum. Skúvoy er sloppið frá oljutunnunum og arbeitt varð við eini loysn í Mykinesi, sum IMR hevur stuðlað og skuldi hendan verið komin undir land í ár. Síðan stóð Fugloy fyri tørni, og harnæst Svínoy. Sjálvsagt eigur tað almenna at stuðla íløgu í umhvørvisvinarliga grøna orku, til upphiting av sethúsum hjá fastbúgvandi á útoyggj.

Er vilji, er eisini vón. Klára vit at venda gongdini í einum lítlum útoyggjasamfelag, kemur tað at skapa ringvirkna og optimismu. Ein gongd leið var at at gjørt t.d. Skúvoy til royndaroyggj í eini verkætlan, har nøkur ávís arbeiðskapandi tiltøk vóru sett í verk. Tá nýggja ferjan er komin, skuldi ferðafólkastreymurin øktst munandi og givið eitt gott íkast. Hækkaða játtanin til at menna ferðavinnuna, er ein roynd frá almennari síðu at fáa fleiri ferðafólk hendavegin og harvið bøta um inntøkumøguleikarnar, innan hesa vinnugrein. Her er ynskiligt, at ferðafólk í størri mun enn nú koma út kring alt landið, at tey støðga á og gagnnýta ymisku tilboðini í lokaløkjunum og harvið leggja nakað av peningi eftir seg.

Vinnumøguleikar: Vit skulu sjálvsagt líta frameftir og tillaga okkara samfelag til tær stóru broytingarnar, sum altíð møta okkum við skiftandi inntøkumøguleikum.

Vit hava dugað at tillaga okkum broyttu fortreytunum. Alsamt størri tal av føroyingum leita sær uttanlands í vinnu. Eftirspurningurin av handverkarum í grannalondunum er nærum óavmarkaður, og brúk er eisini fyri fiskimonnum og fólki í frálandavinnuni.

Tvær leitiboringar verða framdar í føroyskum øki í 2014. At oljufeløg framhaldandi vilja ofra milliardaupphæddir í einum ”High risk” øki sigur greitt, at tey trúgva uppá, at tað ber til at finna olju í rakstrarverdum nøgdum, í føroyskum sjógvi. Tí er alneyðugt, at vit í mest møguligan mun brynja okkum til at møta eini føroyskari oljuvinnu, og nógvir føroyingar hava drúgvar royndir bæði on shore og off shore. Við teimum treytum, ið fólkið arbeiðir undir, innan oljuvinnuna, er eingin trupuleiki at búgva í Føroyum og virka hvar í heimi tað skal vera.

Skulu vit varðveita unga fólkið í landinum, er ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið, at tey ungu velja sær eina útbúgving og lívstarv, sum ger at tey antin hava møguleika at fáa starv í landinum, ella at tey virka heimanífrá og pendla. Bestu møguleikarnir fyri útbúgvingum til slík størv, eru innan handverks- og sjóvinnuútbúgvingarnar. Tí eiga hesar útbúgvingar at uppraðfestast samsvarandi tørvinum. Eg fari framhaldandi at virka fyri, at næmingum í 10 flokki skal standa í boði, at fáa Bláu Bók og fyrsta trygdarskeiði ókeypis. Verður hesin møguleiki til veruleika, fara helst fleiri ung at taka av tilboðnum, og vit kunnu fáa størri tilgongd til maritimu útbúgvingarnar.

Tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu fáa arbeiði, innan ávísar vinnugreinar. Seinasta dømi hoyrdu vit frá formanninum í lærarafelagnum sum segði, at bert helvtin av teimum nýklæktu lærarunum, sum komu út úr skúlanum seinasta ár, høvdu fingið starv. Tá ungdómar skulu taka støðu til, hvønn lestur ella útbúgving, tey skulu fara undir, eigur teimum at verða veitt holl vegleiðing um, hvørjir framtíðarmøguleikar liggja í teimum ymisku útbúgvingunum. Eisini eiga tey ungu at fáa vitan um, hvønn møguleika tey kunnu rokna við at hava, fyri at fáa starv í Føroyum eftir lokna útbúgving.

Neyðugt verður framyvir at veita stuðul til fjarlestur, tí tað gerst altsamt meira vanligt við teimum samskiftismøguleikum, sum eru í dag. Tað kann eisini vera við til at halda fólki í Føroyum. Tí er gleðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sagt, at stuðul til fjarlestur skal verða veruleiki í august 2014.

Innan eldarøkið ynski eg serliga at nema við politiska málsetningin, at eldri skulu kunna búgva heima sum longst. Her eigur eitthvørt munagott at verða gjørt, fyri at heima-tænastan kann virka soleiðis, at skipanin verður lagað til tann einstaka. Frá at vera ein stuðul, sum veruliga hjálpti teimum eldru, at tey undir virðiligum umstøðum kundu verða heima, er heimahjálpin í dag ein hjálp, sum bara røkkur tí allarneyðugasta. Tað er ikki nógv mikið til, at tey eldru kunnu verða verandi heima. Hetta ger, at trýstið á sambýli, røktarheim v.m er óneyðuga høgt.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum legði um dagarnar fram álit um nýskipan av heilsuøkinum, og aðalorðaskifti var fríggjadagin í Løgtinginum. Endamálið við nýskipanini er at styrkja um sjúkufyribyrging og soleiðis minka um tørvin á sjúkrahúsviðgerð. Tænastan skal vera nærri borgaranum, og ætlanin er at skipa landið í 5 til 7 sterkar eindir við hvør sínum heilsudepli. Almanna- og heilsumál eru lønarkrevjandi og dýr málsøki at umsita. Tí má verða øllum greitt, at neyðugt verður at játta neyðugan pening, um vit skulu náa málsetninginum í álitinum. Hetta er eitt alneyðugt arbeiði, sum Sjálvstýrisflokkurin fer at gera sítt til at ávirka.

Vit eiga bæði sum land, tjóð og politiskur flokkur at seta okkum høg mál, sum vit stremba fram ímóti at náa. Uttan visiónir doyr fólkið. Við javnaðarflokkinum á odda bleiv ein 2015 visión sett á breddan, og alt embætisveldið sett nærum í undantaksstøðu at orða setningin, hvør á sínum øki. Nú 2014 stendur fyri durum má ásannast, at lítið ella onkið hevur verið at hoyrt um hesar visiónir og status, hvørjir málsetningar eru náddir og hvat liggur á láni.

Sjálvstýrisflokkurin og framtíðin: 7 politiskir flokkar eru umboðaðir í Løgtinginum og ein tingmaður stendur í løtuni uttanflokka. Spurningurin er, um tað er neyðugt við so nógvum flokkum á Løgtingi, um ikki, eigur so at verða pláss fyri Sjálvstýrisflokkinum? Mítt svar til henda spurning er, at í meir enn eina øld hevur Sjálvstýrisflokkurin myndað politiska landslagið og flestu árini eisini sitið í samgongu. Ongantíð meir enn nú er brúk fyri flokkinum á miðjuni, tíðin er farin frá øsingini, um vinstra høgra ella loysing, samband. Einasta gongda leiðin fram, er samstarv tvørtur um miðjuna. Hóvliga kós Sjálvstýrisfloksins stig fyri stig er tann ber longst fram á sjálvstýrisleið. Í skjótt hálvrunnað samgonguskeiðnum, meðan eg havi umboðað Sjálvstýrisflokkin í landstýrinum, hava Jógvan Skorheim og Kristianna Winther Poulsen røkt tingsessin. Seinasta veljarakanningin gav øllum samgonguflokkunum afturgongd, uttan Sjálvstýrisflokkinum. Vónandi er henda kanning ein ábending um, at rákið er við at venda og vit vinna næsta løgtingsumboðið aftur.

Sjálvstýrisflokkurin hevur verið ein tann mest sjónligi politiski flokkurin hetta seinasta árið. Nærum dagliga hevur málið um handfaringina av tunnilsmálinum, Landstýrismálanevnd og setan av kanningarstjóra, verið frammi í fjølmiðlunum. Ynskiligt var sjálvsagt, at tingini lagaðu seg ørðvísi, men so skuldi ikki verða. Tað er sjálvsagt truplari at fáa ávirkan á førda politikkin, tá ein situr í andstøðu. Hinvegin gevur ein konstruktivur andstøðupolitikkur møguleikar fyri at fáa mál á dagskrá, sum annars ikki bera til, tá tú er partur av samgongu. Har hava tey ymisku landstýrisfólkini ábyrgdina av sínum málsøkjum og siðvenjan er, at avmarkaðir møguleikar eru alment at fara ”inn um mark” hjá hvørjum ørðum.

Sum flokkur er neyðugt, at markera seg kring alt landið. Unga Sjálvstýri, Norðoya, Eysturoyar og Streymoyar Sjálvstýrisfelag, tit hava møguleika við regluligum millumbili at seta ljóskastaran á tað, sum hendir í nærumhvørvinum ella í miðlunum at gera tykkara støðu greiða um landspolitisk mál. Valevni til komandi løgtingsval kunnu somuleiðis regluliga markera síni sjónarmið í miðlunum og vísa á, hvat tey standa fyri, hvørji mál, tey ynskja loyst og hvussu tað kann gerast. Tað er millum valini, at møguleikin er at gera vart við seg. Tí er alneyðugt, nú Føroyar eru eitt valdømi, at tey sum ætla at bjóða seg fram sum valevni, gera sína ávirkan galdandi í miðlunum. Tá valstríðið er byrjað, druknar alt í rúgvismiklum tilfari, lyftum og proklamering, tá er ringt at verða hoyrdur úr mongdini.

Standa vit saman, rógva í takt og lyfta í felag, tá er framtíð floksins bjørt og vit megna at møta teimum ovurstóru uppgávum og avbjóðingum, sum liggja fyri framman. Vit sum nú eru uppi á døgum, byggja á herðarnar á teimum, sum undan okkum gingu og slóðaðu fyri, drivnir fram á leið av felags sjálvstýrishugsjónini. Um fólkið sær, at orð og gerðir fylgjast og vit sum valdir eru í fremstu røð ganga sum góðar fyrimyndir, sum við nøgdsemi og trúfesti standa saman og fylgja tryggu stigvísu kósini móti sjálvstýri og sjálvbjargni, tá fer stríðið at hepnast og virðingin og undirtøkan fyri Sjálvstýrisflokkinum at økjast.

Góðan landsfund