Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvslýsingar: Stjórar at stjórna Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya

Starvslýsing: Umsóknir til stjórastørvini á Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2017

Nú verður lýst eftir stjórum at standa á odda fyri Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya.

Í kjalarvørrinum av, at Søvn Landsins verður umskipað, skulu tveir nýggir stjórar setast.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Føroya Landsbókasavni verður at menna stovnin til eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Tjóðsavni Føroya verður eisini at menna náttúru- og mentanarsøguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi savn.

Stjórin á Tjóðsavni Føroya skal standa á odda fyri og varða av virksemi, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingarnar á økinum. Stjórin skal kunna vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið.

Umsóknir skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2017 kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nú lýst verður eftir stjórum til at stjórna Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya, verður málsøkið flutt aftur til Mentamálaráðið at umsita. Løgmansskrivstovan hevur umsitið savnsøkið síðan í desember 2016.