Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsvenjing í NAMMCO

Føroyingar hava møguleika at søkja um at koma í starvsvenjing í NAMMCO.

NAMMCO er eitt samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norður Atlantshavinum. NAMMCO veitir limalondunum ráðgeving um umsiting og burðardygga veiðu av havsúgdjórum, herímillum grindahval. Limalondini í NAMMCO eru Føroyar, Grønland, Noregi og Ísland.

NAMMCO hevur eina skipan fyri starvsvenjing fyri lesandi og nýútbúgvin. Starvsstaður er høvuðsskrivstovan hjá NAMMCO í Tromsø. Starvstíðin er millum 3 og 9 mánaðir.

Í starvsvenjingini luttekur tann starvslesandi í dagliga virkseminum hjá NAMMCO og fær royndir í at arbeiða í einum millumtjóðafelagsskapi. Undir starvsvenjingini kemur tann starvslesandi eisini at arbeiða við verkætlanum innan sítt lestraøkið, undir vegleiðaring frá starvsfólkum á høvuðsskrivstovuni.

Undir starvsvenjingini veitir NAMMCO eina samsýning á 8000 norskar krónur um mánaðin. Harumframt endurrindar NAMMCO ferðaútreiðslur til og frá starvstaðnum.
Umsóknarfreistin er 31. mai 2019.

Meira fæst at vita um starvsvenjingina her.

Kunning um NAMMCO er at finna á heimasíðuni hjá felagsskapinum www.nammco.no