Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stásilig bók um Skúlan við Løgmannabreyt

Í dag varð bók almannakunngjørd um Skúlan við Løgmannabreyt og listprýðingina hjá Edwardi Fuglø, listarmanni. Útgevari er Tórshavnar kommuna, sum síðan 2007 hevur latið 1,5% av byggikostnaðinum til nýggjar bygningar til listprýði. Tað er listabólkurin, sum settur varð at umsita hesa skipan, sum eisini stóð fyri listakappingini um at prýða henda skúlan, sum Edward Fuglø vann.

Í listabólkinum eru Jákup Simonsen, mentadeildaleiðari, sum er formaður, Mikael Viderø, Helgi Fossádal og Jógvan Elias Winther Poulsen, sum er skrivari.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at tað er ein grundhugsjón hjá Tórshavnar kommunu, at skúlar ikki einans verða bygdir til dagsins skúlaskap, tørv og námsfrøðiligt rák. Karmarnir eiga at vera so liðiligir, at til ber at laga teir eftir nýggjum skúlahugsanum, avbjóðongum og krøvum.

- Í so máta er Skúlin við Løgmannabreyt eitt nýbrot í føroyskari skúlabygging, bæði sum bygningur, og tá talan er um námsfrøði. Skúlin er ein byggilistarlig perla og ein nútíðarlistaskáli, har stórur dentur er lagdur á, at byggiháttur, innrætting, litir, ljós og listin hjá Edwardi Fuglø skapa eitt kveikjandi, stimbrandi og mennandi umhvørvi hjá skúla og frítíðarskúla.

- At síggja, hvussu spennandi og avbjóðandi karmarnir eru, er ein fragd fyri eygað. Við hesum kørmum er tað skúlans og frítíðarskúlans uppgáva at kveikja lív og sál og skapa eina mentan, har trivnaður og úrslit verða raðfest høgt, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann handaði bókina til listamannin Edward Fuglø, skúlastjóran Høgna Joensen, frítíðarskúlastjóran Sandru Mikkelsen og arktitektin, Árna Winther.

Bókin er stásiliga myndprýdd, bæði við myndum av og úr sjálvum skúlanum, eins og av listini sjálvari. Á hugnaligari móttøku í morgun tók skúlastjórin ímóti og barnakór sang vetrar- og jólasangir.