Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

STATUR Í STATINUM

Ávaring um, hvussu tilráðing kann gerast sjálv maktin.
Skal Tilráðingarbólkur inn í myndina, má hann ikki sleppa at taka maktina.

At kyrra forvitni og fyrispurningar frá limum í umboðsráðnum, verður í heilum víst til tagnarskyldu hjá nevndum - til tíðir út um tað rímiliga. 
Løgfrøði vegleiðari samanber so skipanina í Ognarfelagnum við fótbóltsfeløg og vísir á, at “fornemmasta uppgávan hjá umboðsráðnum er at velja nevnd”.

Henda “fornemmasta uppgáva” og leikluturin hjá umboðsráðnum er vorðin alt meira amputerað við virkisháttinum hjá tilráðingarbólki, sum er settur av umboðsráðnum sjálvum, at gera instilling,  millum tey uppstillaðu, til nevndarvalið í Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Uppstilling av valevnum er áður farin fram í umboðsráðnum, hesin partur er farin at halta av álvara.

Tað, sum hendir er, at tilráðingarbókurin sjálvur fer úr at leita eftir “sínum” valevnum og skal so gera innstilling við tilmæli um, hvør skal veljast.
Hvørji valevnið halda tit so hava besta møguleika at verða innstillað ? – sannlíkt tey, ið tilráðingarbólkurin sjálvur “finnur”.

Henda uppsøkjan og innstilling av valevnum hjá tilráðingarbólkinum, hevur gjørt tilráðingarbókin til ein stat í statinum.

Tilráðingarbólkurin er um at fáa sítt egna lív og at yvirtaka uppstillingar-tilgongdina frá umboðsráðnum, nú væntar so bert at diktera umboðsráðnum, hvussu tey skulu velja  -   at  tey skulu gera eftir innstillingini hjá tilráðingarbókinum – so er “statskvettið” fullkomið.

Hetta til almenna kunning og ávaring, um hvussu ein tilráðing kann gerast sjálv maktin.

Tilráðingarbólkar eiga ikki sjálvir at stilla upp valevni, fyri síðan gera tilmæli. 
Tilmæli eiga at verða grundað á valevnir, ið onnur stilla upp. 

Skal tilráðingarbólkur vera inni í myndini, er umráðandi at reglur um heimildir og mannagongdir eru púra greiðar.
Her má galdandi regla verða, at allar heimildir er niðurfeldar og nágreinaðar - tað, ið ikki beinleiðis er orðað sum heimild ER IKKI HEIMILD.

** Opinleiki er tín besta trygging **

Tórshavn, tann 02. februar 2017

Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.