Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stein Olvur nýggur formaður

Havnar Handverksmeistarafelag hevur skipað seg av nýggjum við Stein Olvi Petersen sum formanni. Magnus Magnussen er framvegis næstformaður.

Á aðalfundinum 26. mai skipaði nevndin seg annars við Sámal Erik Hentze sum formanni, eins og hann hevur verið seinastu árini. Men nú hann hevur selt sín part í Húsavarðartænastuni og sostatt er aktivur á annan hátt í byggivinnuni, ynskti Sámal Erik, at onkur annar í nevndini skuldi taka yvir sum formaður. Valið fall á Stein Olv Petersen.

Stein Olvur er stjóri í J & K Petersen og hevur sitið í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag seinastu seks árini. Nevndin sær nú soleiðis út:

Stein Olvur Petersen, formaður

Maguns Magnussen, næstformaður

Sámal Erik Hentze, nevndarlimur

Torbjørn Hansen, nevndarlimur

Kartin Lenvig, nevndarlimur