Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins farin úr starvi

Stjórin á Strandfarskipum Landsins, Bogi Mortensen, er farin úr starvi.

Vinnumálaráðið og Bogi Mortensen hava gjørt eina fráfaringaravtalu, sum er grundað á setanarsáttmálan hjá Boga Mortensen.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tí sett Regin I. Jakobsen í fyribils starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins, inntil nýggjur stjóri er settur.

Regin I. Jakobsen er 47 ár, útbúgvin cand. merc.aud. og hevur m.a. starvast sum fíggjarleiðari í Vága Floghavn.

Í næstum verður lýst eftir nýggjum stjóra.