Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórnarleiðarar styrkja samstarvið

Í hesum døgum vitjar grønlendski landsstýrisformannin Kim Kielsen Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

Stjórnarleiðararnir høvdu í fund í mikudagin. Teir settu sær sum mál at menna samstarvið landanna millum enn meira.

Teir umrøddu vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum. Teir avtalaðu at hava tætt samstarv og samskifti um felags avbjóðingar á trygdar- og verjuøkinum.

Stjórnarleiðararnir umrøddu m.a. veðurlags- og umhvørvismál, Føringahavnina, fiskiskap í útnorðuri og fiskivinnusamstarvið millum Grønland og Føroyar og norðurlendsk samstarv.

Um fundin sigur løgmaður:
“Vit høvdu ein sera gevandi fund. Vit umrøddu felags avbjóðingar fyri londini bæði og avbjóðingar og møguleikar í ríkisfelagsskapinum. Vit er samdir um munandi at styrkja sambondini millum londini. 

Avgjørt varð at áseta veðurlags- og umhvørvismál sum eitt frammarlaga raðfest samstarvsøki. Eisini avtalaðu vit at samstarva í samband við, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag røkja formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020.”

Vitjanin helt fram í gjár. Vitjað varð í Vónini í Fuglafirði og á brennistøðini á Hjalla. Kim Kielsen fer av landinum í dag.
         
Løgmansskrivstovan