Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórnaruppskotið fall!

Viðhvørt verður ført fram, at fólkaatkvøðan í 1946 ongan týdning hevur fyri okkum í dag. Tað er so langt síðani, hon var hildin, og tí er hon avoldað. 

Einki kann vera skeivari enn hetta. 

Fólkaatkvøðudagurin 14. september 1946 er størsti dagur í søgu okkara. Tá setti danska stjórnin upp á vol. Vit skuldu niðurbindast so vit ongantíð kundu reisa okkum aftur. Stjórnin setti fram eitt uppskot, sum var so sniðfundiga úttonkt, at eingin ivi kundi vera um, at vit fóru at taka undir við tí. Allar tær lygnir um støðu okkara sum partur av Danmarkar ríki, sum teir í øldir høvdu potað niður í okkum, skuldu nú góðkennast av okkum sjálvum. Tá vandi var fyri, at undirtøkan kanska ikki fór at verða so góð sum teir høvdu væntað, gjørdu teir ikki mætari enn so, at teir gjørdu tilboðið til eitt ultimatum: Tit sleppa at velja millum tað vit hava at bjóða tykkum og taka tit ikki tað, so verða tit blakaði út! Loysingarskrímslið, sum mangan var komið væl við, var loyst úr bási og skuldi ræða øll til at taka við tilboðnum.

Men so gekk tað ikki allíkavæl. Sjálvt um atkvøðudagurin varð lagdur meðan 3000 veljarar vóru og arbeiddu í Íslandi, og aðrir túsundtals vóru til skips, so fall stjórnaruppskotið. Tá litið verður eftir valtølunum, sum kunnu síggast í bókini: “Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum”, so sæst skilliga, at tað sum hendi, var at tær eyka loysingaratkvøður, sum feldu stjórnaruppskotið, komu úr Javnaðar- og Sambandsflokkunum. 

Hetta var okkum til eydnu lagað, tí við at fella stjórnaruppskotið søgdu vit frá, at vit ikki vildu finna okkum í at vera innlimaði í Danmarkar ríki. Somuleiðis søgdu vit, at vit ikki vildu hava, at sorinskrivarin og fútin og tey, sum hjá teimum starvaðust, skuldu vera stjórnarinnar lýdnu tól. Vit søgdu, at vit ikki vildu hava at stjórnin skuldi ávirka avgerðirnar í samfelagi okkara við at geva okkum stuðul. Somuleiðis samtyktu vit, at vit ongar fólkatingsmenn skuldu hava. 

Við at vraka stjórnaruppskotið søgdu vit í veruleikanum, at vit vildu hava ta støðu sum sambandssáttmálin við Danmarkar ríki frá 1450 segði okkum hava: at vit sjálvi skuldu stýra okkara viðurskiftum.

Føroyingar í øllum flokkum fegnaðust, tá danski forsætisráðharrin boygi seg fyri hesi avgerð okkara. Men so hendi tann vanlukka, at forsætisráðharrin fór úr Keypmannahavn, og ein óverdugur maður, Thorkil Kristensen, setti seg á stól hansara og gjørdi alt til einkis. Tíverri fekk Thorkil rikið ein minniluta av løgtingsmonnum í rætt. Meirilutin fór til verka av øllum alvi fyri at fyrireika at taka við tí valdi, sum nú fór at koma til okkara, men við hóttanum um handtøku gjørdu teir av ikki at taka upp innlendiskríggj, men heldur nýta ta mannagongd við passivari mótstøðu, sum um hetta mundið gjørdi enda á tí máttmikla bretska yvirvaldinum í India. 

At danska stjórnin skuldi hava tann frekleika at seta partar av tí felda stjórnaruppskotinum í verk, var nakað sum eingin hevði ímyndað sær, tá stjórnin rak tingið til hús undir donskum kanónum. 

Tað altavgerandi er, at teir ikki fingu innlimað okkum, so at framvegis eru vit bert saman við teimum sambært sambandssáttmálanum okkara millum. Samband hevur jú sum fortreyt at partarnir hava sjálvstýri. Tíverri hevur stjórnin ikki fylgt hesi reglu nóg væl, og serliga er tað tann ólógliga peningaliga uppíleggingin frá henni og hennara donsku embætismenn, sum eru skammarblettir á tí skipan, sum vit hava livað undir síðani. 

Men nakrir føroyingar hava vunnið nógv av tí at stjórnaruppskotið fell. Teir eru Andras Samuelsen, Kristian Djurhuus, Petur Mohr Dam, Atli Dam, Pauli Ellefsen, Jógvan Sundstein, Marita Petersen, Edmund Joensen, Anfinnur Kallsberg, Jóannes Ejdesgaard og Kaj Leo Holm Johannesen. Hesir eru teir sum hava verið løgmenn okkara. Hevði stjórnaruppskotið verið samtykt, høvdu vit yvirhøvur ongan løgmann havt, men danski ríkisumboðsmaðurin hevði verið formaður í landsstýrinum!

Sig so, at fólkaatkvøðan í 1946 ongan týdning hevur havt!

Zakarias Wang