Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd (Kai Aage, Jóhanna, Svava, Jóhann)
Stigtakararnir til Støkk. Úr vinstru er tað Kai Aage Troest, Jóhanna Troest, Svava Kjeld sála, og Jóhann Kjeld. Myndin er tikin einaferð tíðliga í søgu felagsins.

Støkk: Hátíðarhalda føðingardag í ein mánaða

23. november fyllir fimleikafelagið Støkk í Saltangará 50 ár, og tað verður hátíðarhildið í stórum stíli við hópin av tiltøkum í ein heilan mánaða.

Fyrsta tiltakið byrjar nú mánakvøldið í Bylgjuni í Runavík. Talan um eina myndaframsýning við hópin av myndum frá 50 ára søgu felagsins. Myndasýningin verður til fríggjadagin 28. oktober, allar dagar kl 15 – 21, og atgongdin er ókeypis.

Annars verða ymisk tiltøk allan november mánaða. ”Fim í fimmti ár”, sum er ein framførðsla við øllum liðum frá 1. flokki og uppeftir, verður í Løkshøll 12.-13. november. 18. november verður barnaveitsla. 19. november er framførsla í Bylgjuni undir heitinum ”Sirkus Støkk” við børnum undir skúlaaldur. 23. november, á sjálvum føðingardegnum, verður móttøka í Bylgjuni, og fríggjakvøldið 25. november verður punktum sett fyri hátíðarhaldinum við stórari 50 ára føðingardagsveitslu í Skótahúsinum við Løkin.

Líka frá stovnanini í 1966 hevur Støkk havt stak góða og støðugt vaksandi undirtøku, hóast umstøðurnar tey fyrstu nógvu árini vóru sera avmarkaðar. Felagið hevur drigið íðkarar úr allari Eysturoynni at sær, tó at undirtøkan sjálvsagt hevur verið størst í lokaløkinum á eystara armi á Skálafjørðinum. Nú táttar limatalið hjá Støkk væl í 700.

Í 32 ár fram til 1998, vandu støkkararnir í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum, og høvdu eisini allar heimaframsýningar har, til ítróttarhøllin í Runavík kom miðskeiðis í 1980-árunum. Tá vórðu heimaframsýningarnar hildnar har, men vant var framvegis í fimleikahøllini og í ymsum øðrum bygningum í økinum, til Støkk í 1998 ognaði sær gomlu Glyvra Bio, sum síðani fekk navnið Støkkhøllin.

Her húsaðist fimleikafelagið so, til stóra og nýmótans fimleikahøllin Bylgjan, sum er bygd upp í ítróttarhøllina við Løkin í Runavík, stóð klár á sumri 2014.