Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór almenn móttøka fyri B36

B36 spælir seinasta dystin leygardagin í Fuglafirði, har teir eisini fáa steypini handaði. Tá komið verður til Havnar kl 18.30 verður skipað fyri stórari móttøku á Vaglinum.

Á Vaglinum fer Havnar Hornorkestur at spæla og borgarstjórin, Heðin Mortensen, forkvinnan í mentamáladeildini, Helena Dam á Neystabø, og umboð fyri FSF og B36 fara at halda røður. Aftaná eru leikararnir bodnir til døgverða í Múllers Pakkhúsi.